Allir partrolarar til fiskiskap

Teir smáu trolbátarnir koma helst allir inn at landa í næstu viku.

 

- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt par hevur verið á Rygginum, og hini øll fiska upsa, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska upsa og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuna. Onkur djúpvatnstrolari, sum liggur, loysir væntandi í næstum.

 

- Fýra trolbátar fiska havtasku, og ein fiskar tosk og hýsu. Vit rokna við, at teir koma inn at landa miðsleiðis í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Lagt verður aftrat, at fýra garnaskip eru til fiskiskap. Øll fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er misjavnur, og væntandi landa øll skipini í næstu viku.