Myndin er tilvildarlig.

Allir partrolarar eru til fiskiskap

Av teimum smáu trolbátunum eru tveir á Skeivabanka, og tveir eru eystanfyri.

Myndin er tilvildarlig.

- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap í løtuni, og skipini hava misjavnan fiskiskap.

 

Tey flestu pørini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum, og tveir eru á svartkalvaveiði.

 

- Væntandi koma allir djúpvatnstrolararnir inn at landa í næstu viku.

 

Av teimum smáu trolbátunum eru tveir á Skeivabanka, og tveir eru eystanfyri.

 

- Allir fiska havtasku og koma inn at landa mánadagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tveir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og brosmu. 

 

Annar av hesum seinnu nevndu kemur inn at landa mánadagin, og hin kemur væntandi seinni í vikuni.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Øll garnaskipini koma inn at landa mánadagin, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.