Allir skulu koma heilir heimaftur

Eingin, sum arbeiðir við Sundsverkinum, skal fáa skaða ella varandi mein, siga SEV og Articon

Bæði SEV og Articon leggja sera stóran dent á trygdina í sambandi við byggingina av nýggja Sundsverkinum. Arbeiðið gongur væl, og higartil er eingin skaði, sum hevur elvt til fráveru, staðfestur undir arbeiðinum.

 

Á byggiplássinum er ein stór ljóstalva, sum vísir dagar uttan arbeiðsvanlukkur. SEV hevur gjørt eitt stutt innslag, sum snýr seg um trygd á arbeiðsplássinum, og hvussu SEV og Articon leggja seg eftir, at eingin kemur til skaða undir arbeiðinum.