fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Jónleif Johannesen er formaður í løgtingsgrannskoðanini

Sólvit Nolsø 12.09.2017 (14:02)

Almenni myndugleikin skal bjóða meira út

Løgtingsgrannskoðararnir hava latið Løgtinginum frágreiðing um landsins keyp av vørum og tænastum, sum Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum.


Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Landsgrannskoðanina um at kanna, um keyp av vørum og tænastum hjá landinum, sum koma undir játtanarslagi “rakstrarjáttan” í løgtingslóg um landsins játtanarskipan, verða gjørd sambært rundskrivinum um “keyp av vørum og tænastum”, sum Fíggjarmálaráðið gav út fyrstu ferð í oktober 2013.


Í sínum viðmerkingum siga løgtingsgrannskoðararnir, at samanumtikið vísir kanningin, at almennu stovnarnir hava kunnleika til rundskrivið.

 

Kanningin vísir eisini, at keypsportalurin verður ikki nóg nógv brúktur, og at tilboðsfyrispurningar heldur ikki verða nóg nógv brúktir. Frágreiðingin vísir á, at ongin kennir veruliga ábyrgd av keypsportalinum.

 

Fíggjarmálaráðið sigur seg verða samt í niðurstøðuni og tey mugu taka í egnan barm og royna at fáa viðurskiftini í rættlag skjótast gjørligt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her