fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.02.2018 (14:41)

Almennu hoyringarnar eru betraðar

Í Sosialinum í gjár var ein grein um borgararnar í Bertugøtu í Hoyvík, sum óttast at missa sólina. Tórshavnar kommuna hevur broytt byggisamtyktina í grannalagnum, so at nú kunnu høgir bygningar reisast, sum fara at skugga fyri húsunum í Bertugøtu.

 

Les eisini Vit missa sólina

 

Býráðið sigur, at broytingin bleiv lýst sambært lógini og lá frammi til almenna hoyring. Íbúgvarnir í Bertugøtu siga, at tey ikki varnaðust hetta, tí samtyktin lá frammi um jóltíðir 2015. Eingin hevði sæð nakra lýsing í bløðum ella netmiðlum heldur.

 

Marius Müller, deildarleiðari á byggi- og umhvørvisdeildini skilir, at slíkar broytingar kanska ikki verða kunngjørdar nóg væl longur.

- Lógin, sum er frá 1954 sigur, at ætlaðar broytingar í byggisamtyktini skulu lýsast alment og liggja alment frammi í tríggjar vikur og síðani er kærufreistin seks vikur. So vit lýsa í bløðunum og síðani liggja broytingarnar í Snarskivuni, sigur Marius Müller, sum tó eisini setur spurningin, um hetta er nokk í dagsins samfelag.

 

- Fyrr hildu øll bløðini og lósu tey í døgurðatímanum, so tey sóu eina slíka lýsing, men soleiðis er støðan sjálvandi ikki longur. Tí skulu vit kanska umhugsa, hvussu vit lýsa, sigur hann.

 

Hann sigur tó, at tað er ikki vanligt at skriva til húsaeigarar ella hava grannahoyringar, uttan í heilt serligum førum.

- Í hesum málinum hava vit so hildið okkum til lógina og lýst í bløðunum, sigur hann.

 

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur í dag, at leiðreglurnar fyri almennar hoyringar eru longu broyttar.

- Eitt tað fyrsta, eg setti mær fyri at broyta, tá eg tók við sessinum sum forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, var at betra um kunningina, grundað á størri fólkaræði við opinleika og gjøgnumskygni. So nú verður kunnað á fleiri net miðlum, portalum, Facebook, bløðunum v.m. og við góðum litføgrum kortum og foto myndum, sum væl lýsa hvar og hvussu ætlaða broytingin er og sær út, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

Býráðið samtykti í mai í 2017 tí at lýsingar av slíkum slag, sum viðkoma borgaran, skulu standa í mát við tað, sum borgarin væntar sær nú á døgum.

- Ein nøktandi framløga av slíkum viðurskiftum inniheldur almenna fráboðan, bæði á heimasíðu kommununnar og við lýsing í hóskandi dagbløðum og tíðindaportalum, har boðað verður frá teirri ætlan, ið løgd er fram til alment eftirlit, stendur í fundarfrágreiðingini um málið.

 

Tí avgjørdi Tórshavnar býráð, at kunngerðingarnar skulu lýsast á heimasíðuni hjá kommununi, bæði sum tíðindi og á síðuni fyri byggisamtyktir, at kunngerðirnar skulu liggja frammi á Snarskivuni alt tíðarskeiðið, og at tær skulu lýsast á Facebook-vanganum hjá kommununi við byrjan av hoyringstíðarskeiðnum.

 

Harumframt skuldi kommunan endurskoða, hvussu hon lýsti slíkar kunngerðir í netmiðlum, bløðum og hjá Kringvarpinum, og tryggja, at kunningin bleiv betri, hóast tað kanska bleiv dýrari fyri kommununa.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her