Leita á in.fo

Fróði Magnussen 03.10.2017 (08:23)

Almennur fyrispurningur til Finnboga Midjord Sýslumann

Sambært Løgtingslóg um grind og annan smáhval, so hava vit rætt til at halda hesum til. Tað áliggur sýslumanninum, saman við grindaformonnum, at skipa fyri hesum og hann kann bert undir heilt ávísum førum steðga einum drápi. Tá fráboðanarskyldan bleiv feld inní lógina, so tilskila viðmerkingarnar, millum annað, at orsøkin til hesa skyldu er, at hvalur hevur stóran búskaparligan týdning fyri tað privata húsarhaldið.

 

Almennir spurningar til Finnboga Midjord sýslumann:

1) Tá nú avgerð varð tikin um IKKI at halda til 25/9, hvør var við at taka hesa avgerð tann dagin?

2) Leysasøgur siga, at onnur enn tey nevndu í § 3, stk 5 - tvs. grindaformenninir og sýslumaðurin - hava verið við til at taka avgerð um, um drápið skuldi fara fram ella ikki. Sýslumaðurin nevndi hetta eisini sjálvur í samrøðu við KVF. Um tað er soleiðis, at sýslumaðurin hevur tikið onnur enn tey sambært § 3 stk 5 við í avgerðina, hevur sýslumaðurin so ikki brotið galdandi lóg, sum í § 2 tilskilar okkum rættin at halda hvali til?

 

Sýslumaðurin kann bert steðga einum drápi eftir heimild í § 4 stk 3 og hesi sakligu atlit vóru ikki tilstaðar 25/9, men vit koma aftur til hettar seinri.

 

Meira nágreinilig løgfrøðilig atlit, sum fyrispurningurin byggir á:

Sambært Løgtingslóg um grind og annan smáhval, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2016, so hava vit rættin at drepa grind og smáhval (líka væl, sum vit í aðrari lóg hava loyvi at veiða fugl osfv.).

 

Sambært nevndu lóg so er fylgjandi galdandi:

“§ 2. 1) Sambært hesi løgtingslóg er loyvt at taka ella veiða grind og hesi smáhvalasløg:

1)   Langbøkslutan grindahval, Globicephala melas.

2)   Skjórutan springara, Lagenorhynchus acutus.

3)   Kjafthvítan springara, Lagenorhynchus albirostris.

4)   Hvessing, Tursiops truncatus.

Stk. 2. 1) Tað er loyvt at skjóta nísu, Phocoena phocoena.”

(loyvt er eisini at skjóta nísu - stendur longur niðri í greinini)

 

Sambært § 3 stk 1 so er skal ein bera grindaboð. Orsøkin er júst hon at hvalur hevur stóran búskaparligan týdning fyri tað einstaka privata húsarhaldið.

 

Og sambært § 3 stk. 5 er mannagongdin, tá avgerðir verða tiknar um at halda til hesar:

“Sýslumaðurin tekur, í samráð við grindaformenninar, avgerð um, til hvørja góðkenda hvalvág grindin skal rekast.”

Har stendur einki um, at sýslumaðurin kann forða einum drápi at byrja, tvørturímóti hann skal fyriskipa drápið eftir einum ávísum leisti!

 

Sýslumaðurin kann bert steðga einum drápi eftir heimild í §4 stk 3 har stendur:

 

“Ber ikki til at halda grindini ella grindabólkunum til, kann sýslumaðurin taka avgerð um at reka eina grind ella bólkar av henni útaftur. Sýslumaðurin kann somuleiðis taka avgerð um at steðga einum drápi, tá tað gerst ov trongligt á hvalvágni, ella drápið steðgar upp.”

 

Hesi sakligu atlitini vóru ikki tilstaðar, tann 25/9 og kann sýslumaðurin soleiðis ikki hava yvirhildið lógina, sum hann er settur at umsita. 

 

Vónandi kann ein fáa greiðu á hesum ivamáli.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her