fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Svenning av Lofti 29.10.2018 (19:30)

Álopið á sýnagoguna í Pittsburgh í Amerika

So hendi tað einaferð enn, hesuferð í sjálvum Amerika, háborg jødanna í útlegdini: Jødar atsøktir og dripnir við køldum blóði. Einans tí teir eru jødar.


Drápshendingin, sum fór fram hendan leygardagin í sýnagoguni í Pittsburgh í Amerika, minnir okkum mikið um eina aðra kenda og minnisríka atsókn móti jødum fyri 45 árum síðani.


Nú hendan leygardagin, á sjálvum sabbatsdegnum, vikuhalgidegi jødanna, tá jødar kring allan heim fara í teirra halgidómar at tilbiðja Gud Ísraels, leitaðu jødar sær eisini inn í sýnagoguna


í Pittsburgh saman við sínum kæru. Men kappliga endar alt í einum blóðbaði, tí ein jødahatari fór innar í halgidómin við tí endamáli at skjóta frá hond og drepa so mong av tilbiðjandi mannfjøldini, ið inni var.


Hugsan mín fer aftur til Yom Kippurdagin í Ísrael í oktober 1973, háheilagasta dag jødanna. Hendan dagin, tá ið mestsum alt samfelagið lá lamið – eingin bussar koyrdu, umframt at aðrir partar av samfelagnum gingu í tómgongd, og flestu hermenn og gonguførir jødar høvdu leitað sær innar í halgidómin - júst tá lupu grannalondini enn einaferð á Ísrael við ovurhonds stórum herliðum og hervápnum fyri at jarðleggja jødiska státin Ísrael og reka allar jødar út í Miðjarðarhavið og soleiðis gera enda á einasta friðskjóli jødafólksins.


Men hetta níðingsálop á størsta halgidegi Ísraels miseydnaðist fullkomiliga.


Tað gerst mær meiri og meiri greitt, at jødahatrið – alt, sum tað er – er sprottið úr sjálvum myrkursins hellum og avgrundardýpinum, íblást av sjálvum myrkursins- og avgrundarinnar grumma harra.


Myrkursins andaherar við øllum teirra gudsnoktandi og gudhatandi fylgisveinum, ílatnir mannahamin, ganga framvegis leysir og standa sum gubbar á nazistisku kórsgáttini undir liðini á kendastu nasigubbunum: Adolf Hitler, Gøbbels, Eichmann og hinum hug- og siðspiltu nasistisku oddamonnunum.


Síðani grovu álopini á jødar í Fraklandi og Danmark, sum skelkaði øll skilafólk, eru túsundtals jødar farnir úr Fraklandi og og aðrastaðni í Evropa til Ísraels, tí teir kenna seg ikki tryggar. Ísrael tykist meiri og meiri fara at gerast einasta trygdarstað jødanna, eisini fyri jødar í Evropu. Ógvisliga drápshendingin í Amerika leygardagin, fer helst at skunda undir enn størri jødaflyting haðani og heim til Ísraels, eins og atsóknir at jødum kring heimin aloftast hava elvt til.


Í hesum sorgardøgum í søgu jødanna, vil eg, saman við mínum kæru, mongu vinum jødafólksins í Føroyum og øllum teimum mongum, ið hava ferðast við mær, í Ísrael, vísa jødiska fólkinum mína og okkara djúpastu samkenslu og siga: Vit biðja fyri tykkum og standa saman við tykkum.


Svenning av Lofti


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her