fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Løgtingslimur spyr, hví tað kostar so nógv at umsita Als

Áki Bertholdsen 13.09.2017 (07:54)

Als hevur eitt starvsfólk fyri hvørji 12 arbeiðsleys

Hóast arbeiðsloysið er nógv minkað hesi seinastu árini, eru lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini munandi hækkaðar.

 

Tað vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin á. Og tað undrar hana eisini og tí vil hon nú hava Henrik Old, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, at greiða frá, hví so er.

 

Hon spyr hann eisini, hvussu tað ber til, at starvsfólkatalið í Als ikki lagar seg til talið á arbeiðsleysum, og um nøkur ætlan annars er um at lækka gjaldið til Als.

 

– Í løtuni er arbeiðsloysið metlágt í løtuni, tí sambært Hagstovuni er tað bara 2,2 prosent. Tí undrar tað, at lønarútreiðslunar hjá Arbeiðsloysisskipanini ikki samsvara við góðu búskapargongdina, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Hon sigur, at eftir ársfrágreiðingini hjá Als fyri 2016, arbeiða 34 fólk í ALS. Ársfrágreiðingin fyri 2017 er ikki tøk, men verður starvsfólkatalið í Als í 2016, sammett við arbeiðsloysið í dag, hevur Als 34 starvsfólk til 412 arbeiðsleys. Við øðrum orðum umsitur hvørt starvsfólk í Als gott og væl 12 arbeiðsleys.

 

Tað, ið eisini undrar løgtingskvinnuna, er, at hesi seinastu átta árini eru lønarútreiðslunar hjá Als næstan trýfaldaðar, hóast arbeiðsloysið er lækkað úr sjey prosentum í 2011, niður í 2,2 prosent í 2017.

 

– Raksturin hjá ALS er farin úr seks milliónum krónum í 2008, upp í næstan 15 milliónir krónir í fjør.

 

Sostatt eru lønarútreiðslurnar hækkaðar næstan níggju milliónir krónur upp á nøkur fá ár. Verður sammett við Barsilsskipanina, ið er ein útgjaldskipan, ið líkist ALS, kostar umsitingin tvær milliónir krónur um árið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Hon vísir eisini á, at í løtuni rinda allir løntakarar 1,25 prosent av lønini inn í arbeiðsloysisskipanini og, sum støðan er nú, eru eingi útlit fyri, at góða búskapargongdin steðgar, tvørturímóti.

 

– Í løtuni tykist tað, sum hart vunnu pengarnir fara í umsiting, heldur enn til arbeiðstakarin. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um landsstýrimaðurin og stýrið fyri ALS endurskoðaðu inngjaldið til ALS og hækkandi lønarútreiðslurnar, so at skipanin kemur arbeiðstakaranum til góðar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her