fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Brádliga hvurvu fuglavaðini, ternurnar minkaðu í tali, og meira friðarligt gjørdist í bølinum. Mynd: Koltur/ Facebook.

Vilmund Jacobsen 09.07.2018 (14:20)

Alt broyttist: 100 deyðar ternupisur

Ternurnar vóru tíðliga í bølinum í ár, og tær byrjaðu alt fyri eitt at reiðrast. Steggjarnir fiskaðu stóra og góða nebbasild beint út fyri og flugu í pendulfarti niðan í bølið til bøgurnar.

 

- Fjørðurin tóktist at kóka av æti og fuglavaðum út fyri Gróthústanga og fram við strondini.

 

Soleiðis verður skrivað á Facebook-síðuni - Koltur - fyri løtu síðan. Lagt verður aftrat, at alt sá so bjart út, og ongantíð áður hava so nógvar ternur verið í bølinum sum í ár.

 

- Okkara meting var, at her vóru fleiri enn túsund fuglar, og bølini vóru samanvaksin til eitt stórt bølið, har eini 500 til 600 ternupør reiðraðust.

 

Men fyri viku síðan tóktist støðan fullkomiliga broytt.

 

Á Facebook-síðuni verður sagt, at fuglavaðini brádliga hvurvu, ternurnar minkaðu í tali, og meira friðarligt gjørdist í bølinum.

 

- Eftir eina stutta vitjan í bølinum mátti eg staðfesta, at støðan var hættislig. Deyðar pisur sóust liggja sløddar í bølinum, og fuglurin var friðarligur og ikki so agressivur sum vant.

 

Bjørn Patursson, sum ivaleyst eigur regurnar, skrivar, at nú í dag, tá hann gjørdi ein skjótan túr gjøgnum bølið, sá alt annað enn væl út.

 

- Meðan eg gekk, hentaði eg slakar hundrað deyðar pisur upp, meðan eg taldi og kannaði støðuna.

 

Og Bjørn Patursson endar við hesum orðum:

 

- Pisurnar liggja deyðar í reiðrinum, summar tvær og tvær, og onkur einsamøll júst útkomin, meðan onnur reiður enn hava egg. Og tó, nógvar pisur eru, sum tykjast trívast og hava tað gott. Livst so spyrst!


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her