fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 08.07.2017 (18:02)

Alt byrjaði við træskipunum

Um ein tíma, klokkan 19, leggja skipini, sum luttaka í Føroya Regatta við bryggju í Leirvík. Talan er um gomul føroysk træskip, so sum Dragan, Westward Ho, Thorshavn og Norðlýsið.

 

Ymisk tiltøk hava verið á skrá í allan dag á bryggjuni og hildið verður á alt kvøldið. Fram til klokkan 21 er møguligt at vitja umborð á gomlu skipunum og klokkan 19 verður eisini skipað fyri skattajakt fyri børnunum.

 

- Tá tað gongur væl í fiskivinnuni, gongur tað væl í kommununi, og soleiðis hevur tað altíð verið, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

 

Enn tann dag í dag er nógv virksemi í kommununi knýtt at havinum. Ikki færri enn fýra fiskavirki eru í Leirvík og Gøtu.

 

- Vit hava Tavuna og Høvdavirkið í Leirvík og FO-Fish og Fiskavirkið í Gøtu. Høvdavirkið hevur verið í einum aldudali seinasta árið ella so, men nú er gongd við at koma á aftur hjá teimum, so tað er sera gleðiligt. Umframt hetta hava vit jú fleiri uppsjóvarskip eisini, sigur hann.

 

Hóast eingin nýtir træskip í dag, so heldur borgarstjórin fast upp á, at tey hava stóran týdning fyri okkum enn.

 

- Alt byrjaði jú við træskipunum. Í Leirvík hava vit jú bátasavnið við opnu træbátunum. Tað er hugvekjandi at síggja munin á nýmótans uppsjóvarskipunum og so gomlu dangunum, sum vóru grundarlagið fyrst í farnu øld. Orðið danga sigst jú koma av, at eingilskmenn skrivaðu Danger á tær, tí tær vóru vandamiklar, greiðir hann frá.

 

Enn í dag hoyra træskip til kommununa. Skúlaskipið Dragin er enn í virksemi og nú verður sluppungin Brynhild eisini settur í stand.

 

- Vit gleða okkum tí til fyri fyrstu ferð at taka ímóti Føroya Regatta her í Eysturkommunu. Onkuntíð hava tær vitja á Gøtuvík, men hetta er so fyrstu ferð, at tær leggja at, sigur Jóhan Christiansen.

 

Seinni í kvøld verður bæði eitt Syngið Við tiltak og Dansur við LM Band.

 

Í morginárini verður sum vanligt regattagudstænasta í Leirvíkar kirkju og síðani siglir flotin heimaftur klokkan 14.

 

Filmsbrotið ovast tók Ísak Z. Laksáfoss, tá skipini fóru av Havnini suður til Sands seinnapartin í gjár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her