Alt kann henda enn

Tað sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, beinleiðis úr Stockholm

Hóast leiðslan í Koks er stødd í Stockholm í dag, nú Michelin-stjørnurnar verða handaðar klokkan 9 føroyska tíð, so tora tey framvegis ikki at taka nakað upp á forskot.

 

- Alt kann henda enn, men vit eru sera spent, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks. Hann greiðir frá, at umframt stjørnurnar, so verða tvær aðrar viðurkenningar handaðar. Onnur er Bib Gourmand-viðurkenningin, meðan hitt er ein listi yvir Michelin-viðmældar matstovur.

 

- Bib Gourmand er fyri matstovur, sum halda eitt høgt støði, men fyri ein rímiligan prís. Eg haldi sum so ikki, at vit hoyra heima í tí bólkinum, við háttinum, sum Koks verður rikið. Men tað kann vera, at vit koma á listan yvir viðmældar matstovur, sigur Poul Andrias Ziska.

 

Saman við honum eru Johannes Jensen, stjóri, og Karin Visth, vinstjóri, í Stockholm. Handanin fer fram í einum sjónleikarahúsið í Stockholm, og fyri at halda tað loyniligt, hvør fer at fáa stjørnur, verða innbodnu gestirnir lirkaðir inn gjøgnum bakdyrnar og goymdir í einrúmi, til tað verður avdúkað, hvør fær stjørnurnar.

 

Fleiri ummælarar hava seinastu dagarnar spádd, at Koks fer at fáa eina stjørnu og Poul Andrias Ziska segði við in.fo mánadagin, at so vítt tey vistu, so høvdu umboð fyri Michelin verið á Koks og eti minst tríggjar ferðir, sum er minstakrav fyri yvirhøvur at fáa eina stjørnu.

 

Spenningurin er tí stórur undan handanini. Umframt um spenningin, hvørt Koks fær eina stjørnu ella aðra viðurkenning, so er Poul Andrias Ziska eisini spentur um, hvørjar aðrar broytingar fara at henda.

 

- Nógvar broytingar kunnu henda og tað verður spennandi at síggja, hvørjar aðrar matstovur fáa stjørnur ella um onkur fer at missa sína. Eisini verður spennandi at síggja, í hvønn mun teir hava førka seg út úr stórbýunum, sum teir áður hava verið ákærdur fyri at gera ov lítið av, sigur hann.

 

Millum annað hevur verið nevnt, at danska matstovan Noma kann missa aðra av sínum stjørnum. Poul Andrias Ziska greiðir frá, at Noma fer at lata aftur í næstum og síðani lat upp í nýggjum hølum. Tí er ivasamt, um teir yvirhøvur verða nevndir undir handanini.

 

Hvussu víkir og vendir, so ætlar leiðslan sær ikki at koma aftur sum av torvheiðum.

 

- Vit royna at fáa sum mest burtur úr ferðini til Stockholm, so vit vitja aðrar matstovur og fólk, sum hava verið í Føroyum og arbeitt á Koks. Um ikki annað, so koma vit tær upplivingarnar ríkari heim aftur, sigur Poul Andrias Ziska.

 

Fylgið við beinleiðis stroyming úr Stokholm við at trýsta á pílin á myndini!