Altjóða móðurmálsdagur er í dag

– Men okkara móðurmálsdagur er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs 25. mars.

 

Tað var aðalfundurin hjá Unesco, sum 17. november í 1999 ásetti ein altjóða móðurmálsdag. Endmálið var at fermja málsligt margfeldni og menna ymsu málini í heiminum.

 

Dagurin 21. februar varð valdur fyri at minnast, at hendan dagin í 1952 vóru fleri lesandi í Dhaka skotin av pakistansku løgregluni undir eini mótmælisgongu fyri at fáa viðurkent bengali sum alment mál í táverandi Pakistan, sum fevndi um núverandi Bangladesh.

 

Myndin sýnir standmyndina Shaheed Minar við lærda háskúlan í Dhaka í Bangladesh, sum varð reist at minnast tey deyðu í mótmælisgonguni 21. februar í 1952.