Altjóða pannukøkudagur er í dag

Í dag er altjóðar pannukøkudagur. Týsdagur í føstuinngangi er ein serligur dagur, sum verður hildin í nógvum londum í heiminum. Tað verður hátíðarhildið í londum, ið tosa enskt, sum tildømis í Stórabretlandi, Írlandi, Australia og Canada.

 

Í Fraklandi, USA og í øðrum londum verður tað nevnt ’Mardi Gras’ ella ’Fat Tuesday’. Í øðrum londum, sum til dømis Spania, Italia ella Brasilia er týsdagur á føstuinnganginum í endanum á Karneval.

 

Á hesum degi etur tú pannukøkur við nógvum fólki: tunnar, flatar kakur, ið eru gjørdar á pannuni. Pannukøkudagurin er altíð ein týsdag í februar ella í mars, tað er dagin fyri øskudag, byrjanin av føstuni. Føstan er tíðarskeiðið 40 dagar fyri páskir.

 

Sum siðvenja ótu fólk ikki matvøru, sum smør og egg í føstuni, so fyri at brúka tað, gjørdu tey pannukøkur av tilfarinum týsdagin í føstuinngangi.

 

Ein onnur siðvenja á altjóðar pannukøkudegi í Stórabretlandi er pannukøku rennidysturin. Fólk renna, har tey skulu halda í eini grýtu við eini pannukøku í, meðan tey renna, skulu tey kasta pannukøkuna upp í luftina og lofta henni við grýtuni fleiri ferðir.

 

Í nøkrum rennidystum eru fólkini í grýluklæðum. Tann kendasti rennidysturin er í býnum Olney, sum er mitt í Onglndi. Tað verður sagt at Olney hevur hátíðarhildið pannukøku rennidystin síðani 1445.