Føroyska operan, Í Óðamansgarði, sum er bygd á stuttsøgu eftir William Heinesen, skal seinni í mánaðinum setast upp í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík Ria Tórgarð, Hans Tórgarð og Gunnvá Zachariasen gera í løtuni klárt at fara til Íslands. Saman við íslendskum tónleikarum, sangarum og dansarum, skulu tey standa fyri tveimum sýningunum av Í Óðamansgarði í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík í døgunum 22. og 23. mai.
Í Óðamansgarði er opera bygd á stuttsøgu eftir William Heinesen, og varð hon fyri fyrstu ferð sett upp í Norðurlandahúsinum í oktober 2006. Tær seks sýningarnar eydnaðust væl, og fekk operan góð ummæli úti í heimi. Nú er avtala fingin í lag um at operan skal setast upp í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík.
Sunnleif Rasmussen hevur gjørt tónleikin til operuna, og Elisa Heinesen hevur gjørt pallmyndina. Tey vera bæði til staðar, tá operan verður sýnd í Tjóðleikhúsinum.
Gunnvá Zachariasen og Hans Tórgarð spæla teir báðar høvuðsleiklutirnar, meðan sangarar og tónleikarar vera íslendingar. Operan verður framførd á føroyskum, men íslendskur tekstur verður gjørdur til sýningarnar.
Í Óðamansgarði til Íslands Í Óðamansgarði til Íslands
Føroyska operan, Í Óðamansgarði, sum er bygd á stuttsøgu eftir William Heinesen, skal seinni í mánaðinum setast upp í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík Ria Tórgarð, Hans Tórgarð og Gunnvá Zachariasen gera í løtuni klárt at fara til Íslands. Saman við íslendskum tónleikarum, sangarum og dansarum, skulu tey standa fyri tveimum sýningunum av Í Óðamansgarði í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík í døgunum 22. og 23. mai. Í Óðamansgarði er opera bygd á stuttsøgu eftir William Heinesen, og varð hon fyri fyrstu ferð sett upp í Norðurlandahúsinum í oktober 2006. Tær seks sýningarnar eydnaðust væl, og fekk operan góð ummæli úti í heimi. Nú er avtala fingin í lag um at operan skal setast upp í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík. Sunnleif Rasmussen hevur gjørt tónleikin til operuna, og Elisa Heinesen hevur gjørt pallmyndina. Tey vera bæði til staðar, tá operan verður sýnd í Tjóðleikhúsinum. Gunnvá Zachariasen og Hans Tórgarð spæla teir báðar høvuðsleiklutirnar, meðan sangarar og tónleikarar vera íslendingar. Operan verður framførd á føroyskum, men íslendskur tekstur verður gjørdur til sýningarnar.
info
Eyðstein Johannesen
7. mai 2009 kl. 13:44
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Hanus fekk ikki ein sigur við sær til landsliðssteðgin
27 minuttir síðan
Fótbóltur
Annað tapið á rað hjá AC Horsens
6 tímar síðan
Tíðindi
Nvidia-stjórin hevði ástarsamband við mistonktaan njósnara
7 tímar síðan
Hondbóltur
VIDEO: Soleiðis vann Ungarn stórsigur á Kosovo í okkara bólki
8 tímar síðan
Tíðindi
Málaðu hvalaveiðimótmæli á Paul Watson-skipið
8 tímar síðan
Tíðindi
Fleiri deyð og 120 særd í tokvanlukku í Egyptalandi
8 tímar síðan
Hondbóltur
Skanderborg hevur enn ikki fingið stig á heimavølli
9 tímar síðan
Tíðindi
Ísland er opið fyri fleiri NATO-herfólkum
9 tímar síðan
Lesarabrøv
ADHD og autismuútgreiningar: Hvussu leingi skulu fólk bíða?
9 tímar síðan
Hondbóltur
VIDEO: Soleiðis knógvaðu Føroyar eitt stig móti Montenegro
10 tímar síðan
Tíðindi
IAEA: Zaporizjzja hevur fingið streymin aftur
10 tímar síðan
Fótbóltur
Áki og Martin fingu spælitíð undan landsliðssteðginum
10 tímar síðan