- Amerika fyrst

Undir valstríðnum lovaði Donald Trump, at hann fór at leggja ein nýggjan leist innan vinnu- og uttanríkispolitikk, ið hann nevndi Amerika fyrst.


So tað var ikki óvæntað, at hann treiv í sama boðskap undir røðuni í dag, tá hann lovaði, at stjórnin skuldi stuðla amerikanskari framleiðslu.


- Vit hava ríka onnur lond, meðan ríkidømi, styrkin og álitið hjá okkara egnu tjóð er horvið sum døgg fyri sólini.
Ein fyri og onnur eftir eru okkara fyritøkur farnar av landinum. Ríkidømi hjá miðstættini er rivið úr teirra heimum og býtt sundur av nýggjum um allan heim, segði Donald Trump og helt fram.


- Men frá hesum degi av verður tað bara Amerika fyrst, Amerika fyrst. Vit fara at fáa okkara fólk av vælferðartænastum og aftur til arbeiðis. Vit fara at fylgja tveimum reglum, keyp amerikanskt og set amerikanarar í starv, segði Donald Trump í síni fyrstu røðu sum forseti.