16 ára gamli Andrias Edmundsson á Toftum hevur í dag skrivað undir sáttmála, sum bindir hann í tvey ár at Sunderland, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Tað veit facebook síðani hjá Tofta Ítróttarfelag at siga.
Andrias er í Sunderland, har sáttmálin er undirskrivaður. Talan er um sáttmála, sum verður galdandi beinanvegin.
Andrias Edmundsson er føddur átjanda desember í 2000 og er harvið sekstan ára gamal.
Talan er um lærlingasáttmála. Hetta er sama slag av sáttmála, sum eldri beiggi hansara, Jóan Símun Edmundson, sum nú er á besta liðnum hjá OB í superliguni, í síni tíð hevði við Newcastle.
Andrias Edmundsson er miðverji og miðvallari, og hann hevur higartil í ár spælt á besta liðnum hjá B68, sum kappast í næstbestu deildini.
Andrias Edmundsson var fastur maður á U-17 landsliðnum, sum í mai mánað luttók í EM endaspælinum, sum var í Kroatia. Hann var í miðverjuni í øllum trimum dystunum - ímóti Skotlandi, Fraklandi og Ungarn.
Andrias fer til Sunderland Andrias fer til Sunderland
16 ára gamli toftamaðurin hevur skrivað tvey ára sáttmála við eingilska felagið
info
Jóannes Hansen
18. august 2017 kl. 18:06
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini
14 minuttir síðan
Tíðindi
Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd
40 minuttir síðan
Tíðindi
Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin
1 tími síðan
Tíðindi
Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd
2 tímar síðan
Tíðindi
Vil hava landsstýrismannin at taka støðu til kappbjóðing við húsasølu
2 tímar síðan
Tíðindi
Høvðusungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy á vitjan í Everton
2 tímar síðan
Tíðindi
Uppskotið um at herða fosturtøkulógina fall á tingi
3 tímar síðan
Tíðindi
Gýtingarfríðingin á Føroyabanka kann broytast frá ári til ár
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Anna Falkenberg vil hava løgmálaráðharran í samráð um Bakkafrostmálið
3 tímar síðan
Tíðindi
Sandoy Smíð byggir raðhús á Sandi
3 tímar síðan
Tíðindi
Avdúka gátuna á rúnasteininum
4 tímar síðan
Tíðindi
Fara helst at fella uppskotið um broytingar í fosturtøkulógini
4 tímar síðan