16 ára gamli Andrias Edmundsson á Toftum hevur í dag skrivað undir sáttmála, sum bindir hann í tvey ár at Sunderland, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Tað veit facebook síðani hjá Tofta Ítróttarfelag at siga.
Andrias er í Sunderland, har sáttmálin er undirskrivaður. Talan er um sáttmála, sum verður galdandi beinanvegin.
Andrias Edmundsson er føddur átjanda desember í 2000 og er harvið sekstan ára gamal.
Talan er um lærlingasáttmála. Hetta er sama slag av sáttmála, sum eldri beiggi hansara, Jóan Símun Edmundson, sum nú er á besta liðnum hjá OB í superliguni, í síni tíð hevði við Newcastle.
Andrias Edmundsson er miðverji og miðvallari, og hann hevur higartil í ár spælt á besta liðnum hjá B68, sum kappast í næstbestu deildini.
Andrias Edmundsson var fastur maður á U-17 landsliðnum, sum í mai mánað luttók í EM endaspælinum, sum var í Kroatia. Hann var í miðverjuni í øllum trimum dystunum - ímóti Skotlandi, Fraklandi og Ungarn.