Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (11:03)

Andstøðan umhugsar misálit á løgmann

Løgmaður boðaði fyri løtu síðani frá, at hann fór ikki at fylgja niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, sum varð almenn í morgun. 

 

 

Hóast løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Landsstýrismálanevndini kemur til ta niðrustøðu, at grein 14 stk 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin, og at løgmaður tí hevur fyrisitið sítt starv á fullgóðan hátt, so halda Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen, andstøðulimir í Landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum, uppá, at nevnda lógargrein ikki er yvirtikin sum føroyskt sermál.

 

 

Júst nú er tí nakað av rumbli í Løgtinginum, og í morgun hava teir fýra andstøðuformenninir verið á fundi. Sum skilst er orsøkin, at teir umhugsa at leggja fram misálit á løgmann. Tað er í dag, at hjúnabandslógin skal viðgerðast. Um so er, at eitt misálit verður lagt fram, so trumfar tað onnur mál á dagsskránni og kemur beint til viðgerðar. 

 

 

In.fo fylgir málinum.