At eg skal hava lýst fólkaatkvøðu í Føroyum er burtur úr vón og viti
Jón Brian Hvidtfeldt hevði eina áhugaverda samrøðu við Anfinn Kallsberg í “Radaranum” mikudagin um mína nýggju bók og fullveldisætlanina sum heild.
Anfinn tosaði sum eg minnist hann frá tíðini í Tinganesi: Sum tann hóvligi maðurin, ið vildi hava breiða semju um sjálvstýrismálið.
Hann mintist væl sumt av tí, sum hendi fyri 16-18 árum síðani – men hann segði eisini nakað, sum er so burtur úr vón og viti, at eg má rætta tað. Tað var, tá hann tosaði um tað, sum hendi eftir seinasta samráðingarfundin á Christiansborg.
Anfinn Kallsberg segði m.a. soleiðis:
“Sjúrður Skaale var farin út aftan á seinasta umfar í samráðingunum og hevði erklerað, at nú fara fara vit heim at halda eina fólkaatkvøðu um at taka sjálvstýri. Hann hevði einki politiskt belegg frá tí frá samráðingarnevndini. Ið hvussu er ikki frá mær. Men fyri at redda stumparnar har niðri ta kvøldið, so valdu vit at halda hondina yvir honum, og søgdu, at vit fara vit heim og halda eina fólkaatkvøðu.”
Tá hann varð spurdur um tað var av tilvild, at fólkaatkvøðan kom á breddan aftan á tann fjórða fundin, svaraði hann soleiðis:
“Ja, fyri okkum var tað av tilvild. Men eg trúgvi at hatta var ein partur av strategiini hjá Sjúrða Skaale og kanska Høgna Hoydal.”
Og seinni segði Anfinn:
“Eg hevði ikki meira enn vent mær, nú hoyri eg at SS er farin út sum tíðindaberi fyri føroysku nevndina. Onkur hevur fortalt fyri mær seinni, at hann var so illur tá hann kom út á gongina, at hann rendi í ein vasa sum fór um koll og brotnaði har á gongini. Í tí uppøsing hevur hann erklerað fólkaakvøðu í Føroyum.”
Absurd
Tað hevði verið ein absurd støða, um eg sum embætismaður hevði lýst fólkaatkvøðu í Føroyum, og landsstýrið síðani formliga hevði skrivað út hesa somu fólkaatkvøðu - bara fyri at verja meg...
Og um fólkaatkvøða bleiv útskrivað “av tilvild” meðan Anfinn Kallsberg var løgmaður, hevði hann verið ein sera veikur leiðari, sum einki tamarhald hevði á nøkrum.
Men soleiðis fór tað ikki fram.
Tað er rætt, at eg fór út til pressuna eftir tann fjórða fundin. Tað skuldi eg ikki gjørt – men tað var eftir avtalu við Anfinn.
Og eg segði ikki eitt orð um nakra fólkaatkvøðu. Eg gav bara pressuni – vegna Anfinn Kallsberg – hesi boð: “Løgmaður er farin gjøgnum tað sáttmálauppskotið, sum landsstýrið legði á borðið tann 17. mars 2000, og hevur staðfest, at danska stjórnin ynskir ikki at hava ein tættan fólkarættarligan felagsskap millum Føroyar og Danmark.” Síðani endurgav eg nakað av tí, sum Anfinn hevði sagt við Nyrup um, at Føroyar vóru ein tjóð og høvdu rættindi sum tjóð.
Tað var tað. Einki annað. Ikki eitt orð um nakra fólkaatkvøðu.
Bland í dagfesting
Anfinn segði eisini í Radaranum, at landsstýrið eftir hetta fór heim og útskrivaði fólkaatkvøðuna, men at hann so – “einar tríggjar, fýra, fimm dagar seinni” – fekk bræv frá Poul Nyrup Rasmussen um, at danska stjórnin fór at avvikla blokkin yvir fýra ár, um føroyingar atkvøddu ja.
Hetta er eisini skeivt. Landsstýrið hjá Anfinni Kallsberg útskrivaði ikki fólkaatkvøðuna beint tá hann var komin heim eftir fundin 26. oktober 2000. Tað hendi meira enn tríggjar mánaðir seinni: 1. februar 2001.
At Anfinn fekk umrødda bræv frá Nyrup er rætt. Men hann fekk tað ikki “tríggjar, fýra, fimm dagar” eftir 26. oktober 2000. Hann fekk tað 6. februar 2001.
Alt er skjalfest
Tað skiltist á samrøðuni við Anfinn, at hann ikki hevur lisið nýggju bókina. Og eg sigi einki til, at hann ikki minnist alt so væl. Tað er jú ein løta síðani.
Men vit hava tíbetur annað enn minnið at halda okkum til. Alt er dokumentarað.
Nær fólkaatkvøðan bleiv lýst og av hvørjum, er skjalfest.
Nær Nyrup skrivaði hvat til Kallsberg, er skjalfest.
Teir báðar setningarnar, sum eg segði við pressuna á Christiansborg 26. oktober 2000, filmaðu bæði føroyskt og danskt sjónvarp. Teir eru enntá í filminum “Færøerne.dk”, sum er um alt málið. Hevði eg havt lýst eina fólkaatkvøðu, hevði tað blivið endurgivið og filmað. Men eingin hevur hoyrt um tað, fyrr enn Kallsberg segði tað mikudagin...
Hevði eg havt brotið ein vasa frammanfyri allar pressuni, hevði eisini tað verið endurgivið. Men heldur ikki tað hevur nakar hoyrt um fyrr.
Tað einasta, sum ikki er skjalfest, er, at Anfinn bað meg geva pressuni hasi yvirskipaðu boðini. Eg haldi, at Anfinn – sum minnist skeivt um alt hitt – eisini minnist skeivt um hetta.
Men tað er fyri sovítt líka mikið. Tí eg segði einki, sum var kontroversielt.
Og eg útskrivaði so slett onga fólkaatkvøðu.