fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 14.04.2018 (23:00)

Angist er bæði umfatandi og vanligt

Hóast angist er ein tann mest vanliga sálarliga líðingin, sum fólk leita sær hjálp fyri, so kann tað vera torført at skilja fólk, ið stríðast við angist, tí angistin vísir seg á ymiskan hátt. Tað eru tó fleiri úrslitagóðir viðgerðarhættir, ið kunnu hjálpa teimum, ið stríðast við angist.  

 

 

– Angist minnir uttan iva um tað, sum fyrr varð kallað ringir nervar, og angist er ein tann vanligasta sálarliga líðingin, ið fólk fara til sálarfrøðing fyri. Angist kann festa seg á ymiskan hátt. Hjá summum er tað sosialur angist, har tað at vera saman við fólki, ein ikki kennir ella saman nógvum fólki kann gera, at ein fer upp at koyra, sigur Gurið Simonsen, sálarfrøðingur.

 

 

– Hjá øðrum kunnu tað vera tað ymiskar ræðslur, sum elva til angist. Hetta kann vera høgar hæddir, eiturkoppar ella at flúgva. Onnur merkja ikki, at tað er nakað serligt, sum ger, at tey kenna seg so, men tað er bara alt ella einki, sum tey kunnu seta fingurin á. Tað kann eisini vera ein samanseting av øllum hesum møguleikunum, sigur hon.

 

 

– Kropsliga kann tað kennast sum onkur stendur á bringuni, tað ørar kanska fyri einum,tað er ringt at anda, hevur summarfuglar í búkinum, spentar vøddar, høvuð­ pínu, hjartabankan, ringt at savna seg um nakað, tað surrar í kroppinum ella ein kennur órógv. At hava angist krevur nógva orku, og tí kann ein kenna seg troyttan og hava lítlan hug til nakað. Tey, ið hava angist, kunnu eisini verða lætt kløkk, merkja at tey ristast á hondunum og eru kanska altíð eitt sindur ‘heit um høvdið’, greiðir hon frá.

 

 

Kensluliga er ein møguliga stúrin uttan at vita heilt um hvat. Fólk við angist merkja ofta, at tankarnir súsa runt í høvdinum, og heilin kann við hvørt velja at stúra um okkurt heilt týdningarleyst. Hetta kann lættliga elva til svøvntrupulleikar. Tað eru ofta tankar, sum byrja við ‘hvat nú um hetta ella hatta’, sigur hon framhaldandi.

 

 

Tað kunnu sum við flestu sálarligum tilbrigdum vera eitt ótal av grundum til, at ein fær angist, og ein annar sleppur undan. Tað kann liggja til familjuna og kann byrja sum barn. Men gerst angist ein stórur trupulleiki, so er ofta ein onnur orsøk til tess. Til dømis kann ein hava verið strongdur ella havt eitthvørt at stúra um í longri tíð. Men summi hava tó lyndi til at stúra, og tað gerst verri við aldrinum, tí lívið verður meira avbjóðandi, sigur Gurið Simonsen. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her