Ann Andreasen tilnevnd danska tónleikavirðisløn

Leiðarin á barnaheiminum í Ummannaq í Grønlandi, føroyska Ann Andreasen, er tilnevnd P2-virðislønina »Årets Ildsjæl«

Ann Andreasen hevur síðani miðskeiðis í áttatiárunum arbeitt á Barnaheiminum í Ummannaq í grønlandi, har hon hevur verið fyristøðufólk í næstan 30 ár. Hon er tilnevnd at vinna P2-virðislønina »Årets Ildsjæl«.

 

Tað skrivar grønlendska blaði Sermitsiaq.

 

Útvarpsrásin hjá DR við klassiskum tónleiki, P2, heiðrar »Årets Ildsjæl« fyri sjeyndu ferð í ár.

 

Og her er tað fyristøðufólkið á Barnaheiminum í Ummannaq, Ann Andreasen, er tilnevnd at fáa virðislønina.

 

Sambært Danmarks Radio er grundgevingin fyri at lata Ann Andreasen virðislønina millum annað, at hon hevur gjøgnum tey seinastu um 20 árini í størri mun latið tónleik verða berandi í einum stórum parti av tí sosialpedagogiska arbeiðinum við børninum á barnaheiminum – líka frá klassiskum tónleiki til ta siðbundnu grønlendsku trummuna.

 

Í dag spæla at kalla øll børnini á barnaheiminum upp á eitt ella fleiri ljóðfør.

 

– Sosialu førleikarnir hjá børnunum verða styrktir gjøgnum samanspaælið við onnur, og harvið eisini kenslu teirra fyri sær sjálvum, verður sagt í tilnevningini frá Jonnu Færø, musikpedagogi og Conni Gregersen, sálarfrøðingi.

 

Hini tilnevndu eru Anne-Kari Ferenczi og Janne Thomsen. P2 virðislønini sum »Årets Ildsjæl«. verður handað 14. februar á eini P2 virðislønarkonsert úr Musikkens Hus í Aalborg.