Annika hevur hálvt ár at seta savnið á stovn

– Tað má koma ein avtala við kommununa um, at býráðið yvirtekur Býarsavnið. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at kommunan skal hava eitt býrasavn.

 

Tað sigur Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri og býrðaslimur í Havn. Jan Christian tók stig til áhugabókin »Býarsavnsvinir« til tess at útvega Býarsavninum hjá Birgari Johannessen pengar til húsaleigu, ljós, hita og annað.

 

– Nú kemur ikki so nógv meira inn á kontoina, tó at onkur nýggjur limur kemur av og á. Har eru farnar einar tríggjar húsaleigur av, og enn standa einar 17.000 krónur eftir. So við hjálpini, sum Birgar hevur fingið og hasum 17.000 krónunum, so skuldi savnið kunna verið opið til einaferð í summar, sigur Jan Christiansen.

 

– Vit minnast, tá Finnur Johansen byrjaði at savna gamlar lutir saman, og hansara myndaframsýningar um gomlu Havnina í Smiðjuni í Lítluvík á hvørjari ólavsøku. Kommunan hevur hópin av gomlum lutum, myndum og skrivum, sum lýsa gomlu Havnina á goymslu. Tað burdi verið ein funnin frensur at fingið Birgar Johannessen at sett upp eitt veruligt kommunalt býarsavn. Kommuna eigur jú næstan hvønn einasta bygning í miðbýðnum, so ikki skuldi verið so torført at hýst einum býrasavni í hjartanum av býnum. Er viljin til staðar, so má Annika Olsen fáa sett ein býarsavn á stovn inna eitt hálvt ár, sigur Jan Christiansen.

 

– Tað vildi glett flest øll okkum havnarfólk – og tað vildi hinvegin verið ein stór skomm, um eldsálin Birgar Johannessen má leggja kongin og lata Býarsavnið aftur, sigur Jan Christiansen.