Annika hitti ungarska forsetan

Føroyar taptu í gjár 1-0 móti Ungarn, tá londini spældu seinasta dystin í HM-undankappingini. Í føroyska ferðaliðnum til Budapest vóru fleiri umboð fyri Tórshavnar kommunu, harímillum eisini borgarstjórin Annika Olsen.


Eftir dystin nýtti borgarstjórin høvi at heilsa upp á ungarska forsætisráðharran Viktor Orbán, ið eisini var til staðar til dystin. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.


- Tey bæði fingu eitt gott politiskt prát. Viktor Orbán er politikari, løgfrøðingur og leiðari í konservativa flokkinum Fidesz. Hann var á fyrsta sinni forsætisráðharri frá 1998-2002, og hann gjørdist aftur forsætisráðharri hjá ungverjum í 2010 og hevur verið tað síðani, skrivar kommunan.