Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.12.2017 (21:30)

Annika Olsen: Eg hevði gjørt tað aftur

- Broytta hjúnabandslógin er samtykt, og tí fylgi eg henni, sigur Annika Olsen.

 

Í morgun kom fram, at einstakir persónar í Fólkaflokkinum hava heitt á flokkin um at koyra Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, úr flokkinum, aftan á at hon var fyrsti borgarstjóri at víga samkynd í Føroyum.

- Tað er nú einaferð soleiðis í einum flokki og í samfelagnum, at man hevur ymiskar áskoðanir um ymisk ting, og tað er kanska ringt at draga eina línu í øllum viðurskiftum. Tá tað er sagt, so er málið samtykt í Løgtinginum... og tað er mín uppgáva sum borgarstjóri at virða landsins lógir, sigur Annika Olsen, sum eisini váttar, at hon hevði gjørt tað sama aftur, um hon kom í somu støðu.

- Um borgarstjórin í høvuðsstaðnum byrjar at skilja ímillum tað, sum hann hevur hug til at liva upp til av lóggávu, og tað, sum hann ikki hevur hug til, tá haldi eg, at vit eru byrjaði at fara út á eitt skeivt plan, sigur Annika Olsen.

 

Hon heldur ikki, at tað hevði hóskað seg at borið seg undan og lata onkran annan fremja uppgávuna.

- Tað, sum er viktugt, er at løgtingið er løgting og býráðið er býráð og tað, sum løgtingið samtykkir, hevur býráðið skyldu at fylgja út í lívið, sigur Annika Olsen.

 

Hon sigur, at hon ikki hevur hoyrt nakað formliga frá flokkinum um málið.

- Eg eri sera hørm um, at eg gerist til høvuðspersónur á einum landsfundi, sum eg ikki eri til staðar á, sigur hon.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her