Leita á in.fo

Mynd: Bjarni Nygaard

Áki Bertholdsen 07.12.2018 (08:34)

Annika Olsen hevur eitt ynski í dag

 Nú samgongan fer at almannakunngera, hvørji átøk skulu setast í verk fyri at basa bústaðarneyðini, hevur Annika Olsen, borgarstjóri, eitt ávíst ynski um, hvat eitt av tiltøkunum skal vera.

 

Íbúðarneyðin er stór og nú í morgun fer samgongan at leggja ein bústaðarpakka fram, har tað verður sett út í kortið, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at bøta um støðuna og útvega fleiri bústaðir. Áðrenn pakkin verður almannakunngjørdur, ber illa til at siga, hvat stendur í honum, men tað er toliliga greitt, at ætlanin er at Bústaðir skulu fáa ein týðandi leiklut.

 

Men borgarstjórin í Havn hevur eisini eitt ávíst uppskot um, hvussu tað kann bøtast um støðuna. Og tað er, at tað verður eitt krav, at føroysk pensjónsfelag skulu seta pening í bústaðarbygging í Havn. Og hennara ynski er, at tað verður eitt tiltak, sum stendur í bústaðarpakkanum.

 

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum herfyri vísti hon á, at føroysk pensjónsfeløg eiga einar 15 milliardir, men onki av tí, ella í hvussu so er bara ein viðfáningur av tí, verður brúkt til at útvega bústaðir í Føroyum, tvørtur ímóti verða íløgur gjørdar í bústaðarbygging í Danmark.

 

Tí vónar hon, at tað verður eitt krav til pensjónsfeløgini, at tey eisini eru við til at fíggja bústaðarbygging í Føroyum, so at ein partur av pengunum eisini verður settur í umfar í Føroyum og ikki bara verður sendur av landinum.

 

– Tað, sum nú fer fram, er als ikki ílagi og tí eiga vit at seta pensjónsfeløgunum krøv. Og vilja tey ikki gera tað av sínum eintingum, má tað gerast við lóg, sigur Annika Olsen.

 

– Verða pengar, sum føroyingar hava spart í føroysku pensjónsfeløgini, Betri og Lív, ikki verða brúktir at byggja hetta landið upp, veit eg ikki, hvør skal gera tað, sigur hon. Og á landsfundi hjá Fólkaflokkinum her fyri, vónaði hon inniliga, at Fólkaflokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.  

 

Hinvegin heldur hon ikki at kommunur skulu byggja bústaðir, tú borgarstjórar skulu ikki vera bankastjórar og kommunur skulu ikki vera bankar. Tað er ein privt uppgáva at byggja bústaðir, sigur Annika Olsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her