Annika Olsen: Tá ið mál fara av sporinum

Seinastu dagarnar er ljós varpað á eina stóra lønarhækkan til borgarstjóran og nevndarformenn í býráðnum í Tórshavnar kommunu. Hetta hevur fingið øsing í - eisini millum býráðslimir - sum síggja sær ein lættan vinning. Miðlarnir síggja sær ein gyltan møguleika við spennandi yvirskiftum um einstakar politikarar, ístaðin fyri at lýsa málið til fulnar. Spurningurin er hvør stendur eftir sum vinnari, og hvør er fyri ósigri?

 

Málið byrjar við at betra um arbeiðsviðurskiftini hjá okkara býráðslimum. Støðan í dag er tann, at ert tú býráðslimur, mást tú niður í tíð, og harvið missir býráðslimurin eftirløn í sínum vanliga borgarliga starvi. Hetta er serliga galdandi fyri formenn í nevndunum. Tí varð mett skilagott, at samsýningin hjá býráðslimum eisini var eftirlønargevandi - 15 % eins og vanligt er á arbeiðsmarknaðinum.

 

Stór sparing fyri skattgjaldaran

Eftirlønin hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu er í einum flokki fyri seg. Eftir bert 8 árum hevur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vunnið sær fulla tænastumannaeftirløn árið eftir pensjónsaldur. Virðið á hesi eftirløn svarar til umleið 760 túsund krónur um árið. Tí hevur umsitingin mælt til at broyta hesa gyltu skipan til ta skipan, sum er galdandi fyri landsstýrisfólk og løgmann, har eftirlønin er 15 prosent. Samstundis skuldi lønin verða broytt tilsvarandi at liggja ímillum lønina  hjá landsstýrisfólkum og Løgmanni, sum hon var fram til 2015. Hetta hevði ikki kostað skattgjaldaranum eina krónu, men hinvegin spart skattgjaldaranum 492 túsund krónur um árið.  

 

Nú málið er vavt upp í ein ellibita av ávísum politikarum og fjølmiðlum, stendur ein spurningur eftir. Hvør vinnur, og hvør missir? Eitt er vist, verður skipanin ikki broytt kemur  skattgjaldarin at  rinda meira neyðugt.  


Málið snýr seg ikki um meg og lønina til mín, sum borgarstjóra,  tí mælt verður til, at skipanin kemur í gildi eftir komandi val, um so er, at fíggjarmálaráðið tekur undir við hesum.

 

Var lønarspurningurin púra avgerandi fyri meg persónliga, kundi eg farið í Tingið í morgin og tvífalda mína løn eins og fleiri borgarstjórar hava gjørt og framvegis gera.

 

Vit politikarar skulu hava ómetaliga stóra virðing fyri pengunum, sum fólk rinda kommununum hvønn dag, tey eru til arbeiðis. Broytingin, sum her er skotin upp, fer at spara skattgjaldaranum nærum hálva millión krónur um árið. Tað er hetta, málið snýr seg um. Á býráðsfundi í kvøld mælti eg til at beina málið aftur í nevnd til tess at nágreina málið betur m.a. við atlitið at gildiskomu, sparing fyri skattgjaldarin soleiðis at málið kann koma á beint borgarunum at frama.

 

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu