info
Ongi úrslit

Annika verður helst vald fríggjadagin

info
Eirikur Lindenskov
27. desember 2016 kl. 17:25
– Fyrr enn fríggjadagin verður tað ikki.   Tað er tað einasta, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fæst at siga, tá vit spyrja hann, nær nýggja samgongan verður skipað.   Tað hevur verið eitt sindur av spenningi í sambandi við skipan av nýggjum býráð í Havn. Av royndum vita fólk, at avtalður, sum verða gjørdar, ikki altíð halda, og tí hevur nýggi meirilutin í býráðnum í Havn strongt á fyri at fáa nýggja býráðið skipað.   Men tað er bara Heðin Mortensen, sum hevur vald at kalla nýggja býráðið saman. Hann er fyrstvaldi býráðslimur, tí hann hevur flestar atkvøður á størsta listanum. Tað stendur í kommunuvallógini, at fyrstvaldi býráðslimur skal kalla nývalda býráðið saman. Tað stendur einki um, nær tað skal gerast. Tað skal bara gerast fyri 1. januar, og at tað verður gjørt, sigur Heðin Mortensen. Undir øllum umstøðum, so taka nýggju bý- og bygdarráðini ikki við fyrr enn 1. januar – bæði tey, sum longu hava skipað seg, og tey, sum ikki hava skipað seg enn.   Men tað er ikki vist, at sitandi býráð hevur havt sín síðsta fund. Heðin Mortensen sigur, at onkur smámál eru eftir, sum tey kundu hugsað sær at fingið avgreitt áðrenn, og so eisini málið um byggingina av nýggju kirkjuni á Argjum.   – Vit hava tó ikki tikið støðu til tað enn. Samgongan hevur fund í kvøld, og tá tosa vit nærri um tað, sigur Heðin Mortensen.    

TÓRSHAVNAR KOMMUNA býráðsvalið 8. november 2016:

Flokkur

Atkvøður

%

Vald

A. 

Fólkaflokkurin

1.659

13,7

2

B. 

Sambandsflokkurin

1.209

9,9

1

C. 

Javnaðarflokkurin

4.764

39,2

5

E. 

Tjóðveldi

3.378

27,8

4

F. 

Framsókn

1.094

9,0

1

G. 

Uttanflokkalistin

48

0,4

0

Atkvøður   

12.197

 

Blankar/Ógild.

Valrætt/Valluttøka   

15.340

79,5%

37/8

  NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:

Nr.

Listi

Navn

Atkv.

1

A

Annika Olsen

332

2

A

Bogi Andreasen

303

3

B

Annfinn Brekkstein

366

4

C

Heðin Mortensen

2506

5

C

Tróndur Sigurðsson

676

6

C

Bjørghild Djurhuus

218

7

C

Helena Dam á Neystabø

145

8

C

Halla Samuelsen

143

9

E

Gunvør Balle

514

10

E

Marin Katrina Frýdal

468

11

E

Jákup Dam

417

12

E

Turið Horn

385

13

F

Bergun Kass

188

   

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

CNN: Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

31 minuttir síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

1 tími síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann á StÍF - H71 skoraði 50 mál á Eiði

3 tímar síðan
Tíðindi

Blatter kallar Infantino ein einaræðisharra

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Magnusi sendi liðið hjá Jóhan úr steypakappingini

4 tímar síðan