Annika vil fegin hava Trump og Putin til Havnar

– Vit hava umrøtt hugskotið hjá Miðflokkinum um at bjóða Føroyar fram sum vert fyri toppfundi hjá ríkisleiðarunum, Donald Trump og Vlademir Putin.

 

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn við in.fo í morgun.

 

Hon sigur, at hetta er ikki ein nýggjur tanki, men nakað, sum hon hevur hugsað um leingi.

 

– Tað hevði veruliga sett Føroyar á heimskortið. Tað hevði verið ein fantastisk marknaðarføring av Føroyum, sum eisini hevði tænt vinnuni væl, sigur hon.

 

Annika Olsen vísir ivast ikki í, at føroyingar eru væl førir fyri at fyriareika og hýsa slíkum fundum – og hon sigur, at Føroyar eru sera væl egnaðar til slíkar toppfundir.

 

– Her er sera friðarligar, lítil og eingin kriminalitetur, so av trygdarávum eru Føroyar eitt sera gott stað til slíkt.

 

Á býráðnum í Havn umrøddu tey júst hetta uppskotið í gjár, og tey avráddu at senda bræv til løgmann og til uttanríkisráðið, har tey fara at boða frá, at Tórshavnar kommuna fegin vil vera ein aktivur viðspælari í hesum máli, og at tey samstundis bjóða høvuðsstaðin fram at hýsa einum slíkum toppfundi.

 

Russlandi er tað landið, sum Føroyar hevur nógv størst handilssamstarv við. 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør útflttu føroyingar fyri 1,5 milliardir krónur til Russlands. Tað er tað sama sum 23 prosent av samlaða útflutninginum. Á øðrum og triðja plássið er USA, sum keypti fyri 745 milliónir krónur úr Føroyum, sum er 11 prosent av samlaða útflutninginum.

 

So um fremsu ríkisleiðararnir í heiminum koma til Føroya, so eru teir samstundis umboð fyri tvey tey størstu keyparalondini av føroyskum vørum.