Leita á in.fo

Á brúnni við Streymin eru tríggir lyktapelar slættaðir við jørðina

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (12:04)

Ansa eftir: Grót verður slongt upp á vegin

–  Tað er eyðsæð, at tá ið lyktapelarnir ikki standa, er tað rættiliga nógvur vindur.

 

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur at støðan er einki batnað síðani í morgun, heldur er hon versnað summastaðni.

 

Um brúnna við Streymin eru so harðar hvirlur, at tríggjar av lyktapelunum eru slættaðir við jørðina. Tí mælir hann fólki til at hugsa seg sera væl um, áðrenn farið verður á brúnna, tí tá ið lyktapelarnir ikki standa, er tað eyðsæð, at tað eru ógvuliga harðar hvirlur, sigur hann.

 

Hann ávarar eisini tey, sum ætla sær um byrgingina um Haraldssund, tí har so so nógv brim, at grót verður slongt upp á koyrivegin. Vegurin um Gjáarskarð, og Oyndafjarðarvegurin, eru framvegis stongdir, og síðani er eisini Oyggjarvegrin stongdur.

 

Hann sigur, at annars er kolandi stormur við kavaælingi um alt landið. Tað er eisini hált og krapi nógva staðni, og á Vestmannavegnum, og í erva í Suðuroy, er eisini jarðrok tá ið ælini ganga. Og útlit eru til, at tað verður ikki fyrrenn langt út á seinnapartin, at hann hæsar eitt sindur av.

 

Tì eru hyggjuráðini framvegis at vísa størsta varsemi, men Árni Jacobsen sigur, at tíbetur eru tað tey allarflestu, sum taka ávaringarnar til eftirtektar, tí tað eru ógvuliga fáir bilar at síggja.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her