Leita á in.fo

Phil Schiller, varastjóri í Apple, vísir nýggju iPhone 8 á the Steve Jobs Theater í kvøld (Mynd: AP Photo/Marcio Jose Sanchez)

Eirikur Lindenskov 12.09.2017 (19:20)

Apple við nýggjari og sterkari iPhone 8

Á tíðindafundi fer Apple at leggja fram minst tvær nýggjar telefonir. Talan er um iPhone 8 og 8 plus.

 

Tær nýggju telefonirnar eru úr glasi bæði framman og aftan, hava ein sterkari prosessor, betri kamera, betri hoytalarar og annað.

 

Tíðindini verða borin fram av varastjóranum fyri marknaðarføring, Phil Schiller, í nýggju høvuðsstøðini hjá Apple í Kalifornia.

 

Roknað verður eisini við eini triðjari nýggjar iPhone, sum tó enn ikki er løgd fram enn.

 

Telefonin er stóra flaggskipið hjá Apple. Felaið, sum skapti konseptið "smartphones" – á føroyskum "snildfone", seldi í 2016 iPhone'ir fyri 136,7 milliardir dollarar – ella 852,3 milliardir krónur. Seldar vóru tilsamans 211,9 milliónir telefonir.

 

Bæði sølan og talið var tá munandi minni, enn tað var í 2015, tá seldar vóru 231,2 milliónir iPhones.

 

Apple hevur tó trýst marknaðin fyri snildfonir nógv.

 

Fyrr í ár var felagið yvirhálað av Huawei og troðkað niður á triðjaplássi á marknaðin, har Samsung nú er ovast.

 

/ritzau/