Apple og Nokia vinir aftur

Semja er nú millum Apple og Nokia um fleiri av patentini hjá fyritøkuni Nokia -  fleiri patentir snúðu seg um heilsu- og fitness vørur, sigur Apple í skrivi í gjár.

 

 

Sum partur av semjuni fer Apple at rinda Nokia eina upphædd við tað sama, og eisini at rinda eina upphædd frammhaldandi til sáttmalin endar. Onki varð at lesa um, hvussu langur sáttmalin verður, men hetta verður óivað at síggja í ársfjórðings rokniskapinum hjá Nokia, heldur forbes.com

 

 

Apple fer nú at selja "health trackers" seriuna Withings hjá Nokia í handlum sínum. Hendan vøran varð tikin av hillunum í Apple handlunum, eftir at Nokia stevndi Apple fyri brot á patentlógina í 2016. Eisini kann væntast samstarv millum partanar á fleiri økjum, sum hava við fitness at gera í framtíðini, sigur Apple.