fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 09.08.2018 (23:55)

Aqua tók øll ein festligan túr aftur til 90'ini

Eitt av høvuđsnøvnunum á Summar Festivalinum hava júst spælt. Tey vóru í toppformi og spældu eina lívliga og festliga konsert, sum veruliga fekk áskoðarafjøldina á Vágsbø at hoppa og dansa við.

 

 

Klokkan er 22:00 og nú skulu Aqua á pallin. Vágsbøur er fullur av fólki, og róp frá fremstu áskoðarunum hoyrast um alt økið, hóast eingin er komin á pallin enn. 

 

Eitt korter seinni kemur Sjúrður Skaale á pallin og bjóðar øllum vælkomnum á ársins Summar Festival, sum í ár hevur 15 ára føðingardag, og sigur:

 

- Takið væl ímóti…. Aqua! 

 

Dansk/norska trioin trýnir á pallin, og tað hoyrist aftur á áskoðarafjøldini, at tey gleða seg at hoyra ársins høvuðsnavn. René Dif og Lene Nystrøm eru bæði í glimmurjakkum - René í svørtum og Lene í silvur. Tey leggja út við stóra hittinum Around the World frá ár 2000.

 

- Come on! Up with your hands, rópar René Dif við eyðkendu djúpu rødd síni á enskum aftaná fyrsta lagið. Um nakað er vist, so er tað, at Aqua megna at fanga áskoðararnar longu eftir fyrsta lagið.

 

- Hej Færøerne! rópar René Dif, og so roynir hann seg á føroyskum:

 

- Góðan dagin!

 

Størsta hittið hjá Aqua er uttan iva Barbie Girl frá 1997. Lagið er eitt av best seljandi løgunum nakrantíð.

 

- Hi Barbie…. sigur René, og Lené svarar aftur: Hi Ken! og áskoðarafjøldin er á gosi og sleppa nú ein nostalgiskan túr aftur í 90’ini og 00'ini.

 

Fjøldin dugir sjálvandi tekstin uttanat, og øll syngja so hart "I’m a barbie girl in the barbie world…", at René og Lene nýtast ikki eingongd at syngja. Ballið er alvorliga byrjað á Vágsbø.

 

- Come on Klaksvík, let’s go party! rópar René Dif.

 

Lene Nystrøm er fim og hoppar og rennur á pallinum, meðan hon syngur við snjøllu men allíkavæl kraftigu rødd síni, og tað sæst ikki, at hon fyri viku síðani sat í rullustóli orsakað av einum óhappi. 

 

Tað er týðiligt, at tey hava tað stuttligt á pallinum og njóta tað. René Dif segði fyrr í dag, at Aqua ongantíð hava spælt betur, og mann má siga, at tey liva fult upp til hesa útsøgnina. Tey duga væl at draga áskoðararnar við í konsertina við tosi og skemti. Søren Rasted spælir klaver, og tey biðja øll heilsa uppá hann: - Hej Søren! Hej Søren! rópa tey saman við fjøldini.

 

Stemningurin er fantastiskur á Vágsbø, og tað er hann allan vegin ígjøgnum. Nú er tað tíð til eitt av nýggjaru hittunum hjá Aqua, og til hetta biðja tey áskoðarar koma upp á pallin at hjálpa sær. Tvær gentur og fýra dreingir koma á pallin og sleppa at dansa við donsk/norsku poppstjørnunum til festliga lagið Back to the 80’s.

 

Aqua leveraði eina lívliga, stuttliga og framúr góða konsert, sum tók alla Klaksvíkina aftur til 90’ini og 00'ini. Hendan konsertin verður seint gloymd, og Summar Festivalurin er nú av álvara byrjaður. 

 

Sí myndirnar niðanfyri, sum Jens Kristian Vang hevur tikið.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her