ARGJA (GRÓT) KIRKJA, HVAT NÚ?

Argir í gýtusól 9. mei 2024

 

 

 

Søguliga strævið at smíða kirkju sunnan fyri Sandá!

 

MÚRURIN: Fyri góðum 700 árum síðani elvdikirkjusmíðing / -laðing í Kirkjubø til orrustu í Føroyum.

 

ARGIR ERU Í KIRKJUBØHAGA: Á okkara døgumelva ætlanir um at smíða kirkju á Argjum til tvídráttmillum manna. Tíbetur eru fólk á okkara døgum meirsiðmentað og friðarlig, enn tey vóru fyri 700 árumsíðani.

 

TVÍDRÁTTUR Í BYGDINI: Gott, at fólk kunnu sigasína meining. Kortini kann tað vera eitt sindurkeðiligt við slíkari ósemju millum bygdarfólkið. Í húskjum kring døgurðaborðið siga summi: Hví skal kirkjan standa júst har? Onnur í sama húski spyrjakanska: Hví ikki har?

 

Nú hava myndugleikarnir tikið støðu, og vónandi erusjógvar nú slætnaðir, soleiðis at bygdarfólkið og onnur kunnu líta frameftir við góðvild.

 

9. MEI 2028 (200 ár): Andras Mortansson keyptiArgir á uppboðssølu norðuri í Saksun 9. mei 1828. Andras var ættfaðir at teimum tiltiknugrótmonnunum á Argjum. Í dag eru sostatt 4 ár, til bygdin (í nýggjari tíð) fyllir 200 ár. Nýggja Argjakirkja stendur kanska liðug tann dagin!?

 

GRÓT ER EITT “MÁST” Í ARGJA KIRKJU: Góðutit, ið varða av nýggju Argja kirkju: Av øllum støðumí Føroyum eru Argir tað mest sjálvsagda, tá talan er um grót í sambandi við nýggja kirkju!

 

Tað hevði næstan mint um halgibrot, um grót ikki var (stórur) partur av Argja kirkju.

 

LEIKBRÁ: Gott í tykkum, virðið handaverk teirra, ið undan fóru! Takið eitt leikbrá, ein steðg í verkætlanini! Nógv ber til, eisini at fáa grót sum einnatúrligan og sjálvsagdan part av nýggju Argjakirkju!

 

 

 

Við grótkirkjukvøðu

 

Eyðun á Borg