fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.9m/s

Leita á in.fo

er síggja vit besta bólkin hjá monnum, vaksin A, sum KBF-leikarin Ari M Jacobsen vann.

Tróndur Arge 08.12.2018 (15:32)

Ari Miné Jacobsen bestur

Stóra JFK-Open 2018-badmintonkapping í einmansleiki hevur verið í Klaksvík. Hetta er triðja av fimm Grand Prix-kapping í vetur. Ari Miné Jacobsen hjá KBF var bestur hjá teimum bestu.

 

Kappingin var hildin bæði í KÍ- høllini og Badmintonhøllini farna leygardag. Spælt varð frá klokkan níggju til klokkan 19 á kvøldi. Leygardagin spældu børn og ung frá U11 og til og við U17. Tað luttóku 150 spælarar í teimum 250 dystunum.

 

Sunnudagin varð spælt frá klokkan 13 til klokkan 18, tá seinasta finalan var liðug. Kappingin var í Badmintonhøllini, har 20 spælarar luttóku í 45 dystum.

 

- Kappingin gekk væl, og vístu allir leikarar góðan stríðsanda allan vegin. Nógvir dystir vóru javnir og sera spennandi, og serliga vóru flestu finalurnar sera spennandi við trimmum settum, verður sagt frá Badmintonsambandinum.

 

Hjá teimum vaksnu í A-bólkinum á kvinnusíðuni vann Gunnva Jacobsen úr HBF. Hjá monnum í A bólkinum, kom tað óvart á Magnus Dal-Christiansen úr HBF, at 17 ára gamli Ari Miné Jacobsen úr KBF vann á Magnus í eini spennandi finalu, sum gjørdist ein 3-settari við settúrslitunum, 7-21, 21-15 og 18-21.

 

Næsta kapping verður H-Dygd Open, sum MBF er vertur fyri, hon verður 12. og 13. januar 2019.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her