Arktis 35 hitastig heitari enn vanligt

Seinastu dagarnar hevur »hitabylgja« verið í Arktis. Ein veðurstøð í Kap Morris Jesup heilt har norðuri í Grønlandi máldi í hesari vikuni fleiri ferðir hitastig.

VG skrivar, at hitin var omanfyri 2,5 stig onkrar løtur, og tað eru meira enn 35 stig heitari enn vanligt.

Norskur veðurfrøðingur heldur, at veðrið í Arktis er órógvað av óvanligum umstøðum í løtuni. Kaldi polarvindurin er óstøðugur og spjaddur, og í staðin streymar mildari luft inn yvir Grønland og Arktis av suðri.