Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 12.08.2017 (21:15)

Arna og Høgni Ziska – Ein góður familju festivalur

Nøkur av teimum, ið vóru til konsertina hjá Christopher í gjárkvøldið vóru Arna og Høgni, saman við trý ára gomlu dóttrini Samly, ið dansaði og hugnaði sær til tónarnir.

 

 

 

- Tað besta við Summar Festivalinum er, at tað er ein familju festivalur. Her kunnu øll hugna sær og fáa tíðina at ganga, men eg má erliga siga at okkara tíð fer tað mesta við at vera í Silvalandi. Eg haldi at festivalurin í ár hevur verið heilt góður, hóast tað nógva regni, so vóru vit fyrireikaði upp á tað og lótu okkum bara í eftir veðrinum – greiðir Arna frá

 

Eisini er eldra dóttirin hjá Arnu, ið er 10 ár, við á festival. Henni dámar betur at fylgjast við vinfólkið og er eisini í ár saman við pápa sínum á festival, so hon gongur eitt sindur ímillum.

 



- Vit royna at hava børnini við so leingi tey orka, men hava eisini fingið barnagentu, soleiðis at tey kunnu fara heim í song tá tey eru ov móð.



Tey bæði hava verið á festivalinum so at siga síðan hann byrjaði og ætla sær eisini at vera so leingi tey orka.

 

- Nú búgva vit í Klaksvík, so tá er Summar Festivalurin eitt must.

 

Arna var mest spent upp á at hoyra Lukas Graham og hann skuffað avgjørt ikki segði hon. Høgni hinvegin gleðir seg mest at hoyra Toto, ið skal spæla á vágsbøi kl 22.00 í kvøld. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her