fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 3.6m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 23.12.2017 (08:00)

Árni er farin í Harrans hendur

Tað var mikukvøldið 20. desember nakað eftir nátturða, at Janus, skyldmaðurin, var í horninum og bar boðini, at nú var yngri bróðir hansara, Árni, fluttur í teir ævigu bústaðir.

Hóast tað í morgin, jólaaftan, bara vera tríggjar vikur síðani, at hann stjórnaði Betesdakórinum á konsert í Kelduni í Skálafirði, so var tað greitt, at Árni var illa sjúkur, og at fráfaringarløtan úr hesum heimi eftir øllum at døma ikki var so langt burtur. Hann vildi so fegin liva, og nú hann hesar síðstu mánaðirnar var so darvaður av herviligu sjúkuni, at tað ikki bar til at vera til arbeiðis, so spenti hann seg út í uppgávuni at stjórna kórinum og sjálvur at syrgja fyri at fáa tilfar til vega.

 

Boðini frá Janusi bóru við sær, at tíðin mest sum stóð still eina løtu, og aftur varð tað staðfest, at vit leggja ætlanir og rokna út, men tíðarhvarvið hjá tí einstaka er í heilt øðrum hondum. Tað eru bara gott og væl fýra ár síðani, at Janus lá illa sjúkur á Ríkissjúkrahúsinum. Árni greiddi frá um støðuna hjá eldra bróðurinum, og hann og vit øll fegnaðust um, at Janus reistist aftur av sjúkraleguni.

So var tað, at Árni varð raktur. Serkunnleikin á Ríkissjúkrahúsinum gjørdi sítt, Árni – væl stuðlaður av Elisabeth og børnunum – vísti góðan hugburð, og tey kendu frið og styrki í øllum teimum mongu bønum, sum vóru bornar fram av so mongum – einstaklingum og samkomum.

Fyri einum ári síðani helt hann fyri, at eg veit, at eg eigi grøðing í honum, sum tók allar sjúkur mínar á seg. Um tað verður hesumegin, ella tað verður hinumegin, fáa vit at síggja. Mikukvøldið var greitt, at tað varð hinumegin, og annan jóladag verður hann borin til gravar úr Betesda.

Fyri stuttum legði hann sang úr hondum, sum kórið so vandi, og hann avráddi, at tey skuldu syngja henda sangin annað jólakvøld. So legði hann aftrat, at hann visti ikki, hvussu tað fór at vera hjá honum á jólum.

Nú syngur hann í øðrum kóri, meðan Betesdakórið og so mong onnur gleða seg í stóra sangskattinum, sum liggur eftir sangstjóran.

 

Árni vaks upp norðuri á Stongum. Foreldrini vóru Hjørdis og Alexander. Hon var av Trøllanesi, og hann var av Húsum. Alexander var skipstimbrari og arbeiddi niðanfyri vegin – á bedingini. Teir báðir eldru synirnir – Janus og John – lærdu á bedingini. Janus til skipstimbrara og John í smiðjuni.

Árni arbeiddi alla sína tíð innan tænastuvinnur. Fyrst í Thule bókhandlinum hjá Eliesari Poulsen, so í Theodor við Keldu heilsølu og seinni eitt nú hjá Tróndi Fuglø, arkitekti, á Norðlýsinum og 14. September, har hann eitt stutt skifti var blaðstjóri.

Eitt skeið umboðaði hann tjóðveldisflokkin í býráðnum.

 

 

Øll, sum hava havt við Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð og seinni Nám at gera, hava verið í sambandi við Árna. Mongu árini har stórtreivst hann sum samskipari av skeiðum og tiltøkum og var millumlið í øllum tí praktiska, tá ið skeið og stevnur vóru.

Góðu evnini at skipa fyri og samskifta, kreativu talentirnar og stóra hugflogið komu orduliga til sín rætt, og her var Árni í essinum, hóast arbeiðsdagurin ivaleyst kundi kennast langur, tí hann fór tíðliga úr Klaksvík við bussinum, og dagurin var nógv liðin, tá ið hann var aftur í heimbygdini.

 

Elisabeth hjá Bodil og John á Gørðum og Árni funnu saman í ungdómsárunum. Tey búðu fyrst á vestara armi og tey seinnu árini á Gørðum. Eftir at Bodil var deyð, búðu tey hjá John, og so við og við endurnýggjaðu tey húsini, sum vóru karmur um fjálgt og hugnaligt heim. Børnini eru Alex, Jóna og Rani. Dreingirnir búgva í høvuðsstaðnum, og dóttirin býr í Klaksvík.

 

Árni var musikalskur og hevði skaldskaparligt hegni. Hann fór blaðungur at syngja í Betesdakórinum, og hann brúkti síni góðu evni og nógv av síni frítíð í kórinum og í Kvartettini í Betesda, sum hann saman við vinmonnum fór undir síðst í sekstiárunum. Teir hava sungið mest sum øll árini síðani – á heimabeitinum og kring alt landið og eisini í útlondum. Í sjeyti árunum góvu teir LP út og fyri fáum árum síðani góvu teir fløgu út. Í øllum hesum var tað Árni, sum fekk tingini í lag og skipaði fyri.

 

Eitt skifti hjálpti hann Jógvani við Keldu, sum stjórnaði kórinum, og síðani Jógvan legði frá sær, hevur Árni havt høvuðsábyrgdina. Samstarvið millum hann og Torkil Mørkøre hevur verið merkisvert. Árni hevur yrkt og umsett til kórið, og Torkil hevur smíðað løg og harmoniserað.

Sangurin hjá Betesdakórinum er væl fagnaður kring landið og aðrar staðir eisini.

 

 

Á vári í 2015 varð síðsta hond løgd á Nýggju Sangbók Guds Fólks. Tað varð arbeitt við bókini í meiri enn tíggju ár. Árni var ein av teimum, sum gekk undan. Í hesum arbeiðinum var tað kærkomið, at Árni var so fjølgávaður. Hann pressaði ikki á fyri, at tað, sum er komið undan hansara hond, skuldi vera í bókini. Nevndin helt tað vera so upplagt, at fleiri enn sjeyti sangir, sum hann hevur yrkt ella umsett, vórðu settir í bókina.

Árni eigur nógvar hundrað yrkingar og umsetingar. Ikki minst síðani at hann varð raktur av sjúku, hevur hann gjørt nógv við tað skaldskaparliga, og tað er so eyðsýnt, at reyði tráðurin er ævigu lyftini og tað himmalska.

 

 

Bæði meðan tað varð arbeitt við bókini og serliga, síðani hon var liðug, hevur Árni gingið undan í uppgávuni at savna og fáa til vega nótar til allar sangirnar. Tað var ikki hissini avbjóðing at fara undir, men tað leið væl eftir.

Í summar hittist nevndin fyri Sálmabókagrunnin heima hjá Elisabeth og Árna. Øll vóru greið yvir, hvør støðan var, og tað var serlig tign yvir løtuni. Árni vónaði, at tað fór at bera honum til at koma eitt sindur longri á leið við nótunum.

Nítjanda november boðaði hann frá, at nú var hann komin igjøgnum allar 1504 sangirnar. Og so legði hann aftrat:

Hvør støðan verður frameftir, er tað bara Harrin, sum veit – um mær verður unt at gera tað stóra aftrat, men eg eri fegin um at vera komin ígjøgnum alt tilfarið. Strembað verður tó eftir at fáa fatur á teimum nótunum, ið enn mangla.

Eg takki Harranum fyri at kunna hava verið við í hesum parti og vóni, at tað er spælarunum til hjálp og Guds fólki til signing.

 

 

Nú er Árni fluttur. Hann var føddur 27. august 1951 og harvið 66 ára gamal, nú hann legði árarnar inn.

Tað kennist so nærverandi, relevant og livandi henda tollaksmessudag, tá ið hann heilsar okkum við hesum orðum, sum hann týddi eftir Cecil F. Alexander:

 

 

Og til síðst av náði skal eg

Harrans kærleiksandlit sjá.

Hann, sum var í fjósi føddur,

nú Guds trónu situr á.

Síni børn nú heim hann ber,

heim, har Jesus sjálvur er.

 

 

Harrin styrki teg, góða Elisabeth, og øll tíni, beiggjarnar og øll tykkum, sum Árni stóð so nær.

 

Ærað veri minnið um Árna Jacobsen.

 

Jóannes Hansen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her