Arnskov deyður 97 ára gamal

Kenda býarmyndin í Havn seinastu góðu hálvu øldina, Arne Arne Juul Arnskov, fyrrverandi skrivstovustjóri hjá Ríkisumboðnum, andaðist mánadagin

Mánadagin andaðist Arne Juul Arnskov, fyrrverandi skrivstovustjóri hjá Ríkisumboðnum, í Havn, 97 ára gamal.

 

Danski embætismaðurin Arne Juul Arnskov var ein kend býarmynd í Havn – eins og skotska kona hansara Sheila.

 

Arne og Sheila giftust í 1943. Í 1964 søkir hann starv hjá Ríkisumboðnum í Føroyum og fær starvið. Hann hevur greitt frá, at Sheila at byrja við segði kortanei til at flyta til Føroya. Hon kendi bara Føroyar frá veðurtíðindunum við teimum áhaldandi lágtrýstunum. Men so fór hon at lesa um Føroyar, og tá leyst og liðugt.

 

Arnskov tók við starvinum hjá Ríkisumboðnum 1. februar í 1964, og nakað seinni kom Sheila við teimum trimum synunum,  Michael, Carsten og Torkil. Hetta var í tíðini, tá Mogens Wahl var ríkisumboðsamður í Føroyum, tað var hann frá 1961-72 – áðrenn yvirtøkurnar rættiliga tóku dik á seg. Tá var sera nógv virksemi hjá Ríkisumboðnum, sum bæði umsat skúla, heilsumál og almannamál og mangt annað við.

 

Tað hava verið so mong donsk embætisfólk í Føroyum, men vanliga fóru tey av landinum aftur eftir lokna starvstíð. Men Sheila og Arne Juul Arnskov vórðu verandi í Føroyum – og burtursæð frá málinum, so var tað eingin sum hugsaði annað enn, at tey vóru føroyingar sum øll onnur – ella sum onkur sigur, tey vóru í veruleikanum meira føroyingar, enn vit onnur, tí meðan vit eru fødd føroyingar, so hava tey valt at blivið føroyingar!

 

Sheila og Arne vóru dámlig fólk, sum altíð vóru við tí góða orðinum. Tey vóru virkin í felagslívi av ymsum slag – ikki minst í føroysku deildini av Amnesty International.

 

Arnskov var eisini radioamatørur og kom á tann hátt í samband við nógv fólk víða kring heimin.

 

Tá Arnskov frá úr starvi á Ríkisumboðnum fyri aldur, vóru boð eftir honum úr Tinganesi at samskipa føroyska lógarsavnið, sum er tað sum seinni bleiv til logir.fo. Tá hann var á Ríksiumboðnum, sat hann við føroyska lógarsavninum, Lovregister for Færøerne.

 

Arne og Sheila hava tríggjar synir. Michael var sjey ár, tá ið tey fluttu til Føroyar í 1064. Hann er verkfrøðingur og er giftur í Danmark. Karsten, kendur tøkningur í Kringvarpinum, var fýra ár. Hann er giftur í Føroyum. Torkil, sum er tvey ár yngri, hevur føroyska konu og býr í Svøríki, men hann arbeiðir í Danmark sum verkfrøðingur.