Asger hevur fingið prógv

- Okkara kæri móttøkulærlingur, Asger Eið, hevur júst fingið sveinabrævið, skrivar Hotel Hafnia


- Okkara kæri móttøkulærlingur, Asger Eið, hevur júst fingið sveinabrævið frá Hotel- og Restauranskolen í Keypmannahavn. Hann er nú útbúgvin móttøkufólk.

 

Soleiðis sigur Hotel Hafnia í sambandi við, at Asger Eið hevur fingið prógv eftir at hava verið á skúla í Danmark. 

 

- Vit gleða okkum at fáa hann aftur til okkara mikudagin í næstu viku eftir at hava verið burturi í eitt hálvt ár, skrivar Hotel Hafnia á Facebooksíðu síni, har mynd av Asger er løgd afturat.

 

Gistingarhúsið Hotel Hafnia liggur á Áarvegnum í Havn og lat upp fyrstu ferð í 1951.