Asta er fjórðbest í Norðurlondum

Asta Egilstoft Nielsen, sum er fyrsta føroyska kvinniliga umboðan til hesa kappingina, fekk eitt flott 4 pláss

Mynd: (Stoyt.fo) Asta Egilstoft Nielsen

Um vikuskiftið luttók Asta Egilstoft Nielsen, til tað norðurlendska meistaraheitið fyri junioror. Asta Egilstoft Nielsen hevur vant fram ímóti hesi kappingini í gott eitt ár, og eydnaðist tað Astu Egilstoft Nielsen at kvalifisera seg til kappingina 27 juli í ár. Asta Egilstoft Nielsen, sum er fyrsta føroyska kvinniliga umboðan til hesa kappingina, fekk eitt flott 4 pláss. Kappingin var hildin í Rovaniemi í Finnlandi, skrivar Stoyt.fo.

 

Asta lyftir í -59kg vektbólkinum. Hon lyfti heili 57kg í trekk og 71kg í vend og stoyt. Hetta gav henni eitt samalð úrslit á 128kg, og eitt sera flott 4 pláss. Venjarin hjá Astu Egilstoft Nielsen, Pól Hendrikur Andreasen, er sera heppin um úrslitið.

 

- Eitt fjórða pláss til eina so stóra kapping, eftir bert at hava íðka vektlyfting í nærum tvey ár er sera flott. Avtrat hesum prógvar hetta at tað arbeiði, sum verður gjørt í Styrkifelagnum Stoyt, er á einum góðum og høgum støði, sigur Pól Hendrikur Andreasen.

 

Pól Hendrikur Andreasen er ávísur um at tað vera fleiri, sum koma at fylgja sporinum hjá Astu. Tað norðurlendska meistaraheitið verður hildið í Keypmannahavn í næsta ár. Vónirnar hjá Stoyt er, at aftur tá at hava íðkarar við til kappingina.

 

Mynd: (Stoyt.fo) Asta Egilstoft Nielsen