fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Myndina eigur Kringvarpið

Barbara Holm 20.03.2017 (06:30)

Astrup: Súni sat við vitanini í 9 vikur

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og nevndarlimur í Eik Banka, leggur seg í dag út í kjakið, sum Sosialurin setti hol á í seinastu Vikuskiftis útgávu. 

 

Tí meðan Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti váttar, at hann einki visti um skattaniðurstøðuna á 90 milliónir krónur, fyrr enn eftir handilin millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding varð endaligur, hava Súni Schwartz Jacobsen, stjóri og Torben Nielsen, nevndarformaður, skotið álvarsomu skuldsetingarnar víðari til Jørn Astrup Hansen, sum tá bert var vanligur nevndarlimur. 

 

 

Tí rætt er, at nevndin varð kunnað um skattaniðurstøðuna áðrenn handilin varð endaligur - tó boðini ongantíð komu til Fíggjarligt Støðufesti. Eini boð, sum nevndarformaðurin ivaleyst hevur ábyrgdina av at senda víðari. Og eini boð, har fundarfrásagnir - frá eftir handilin varð avgreiddur - vísa, at Jørn Astrup Hansen ikki hevði fingið boðini áðrenn ov seint var. 

 

Les eisini: Skattamálið: Ógvuliga ómoralskt

 

Jørn Astrup Hansen sigur í lesarabrævið á in.fo í dag, at tað mest umráðandi í málinum er NÆR Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, fór víðari við hesari vitanini um skattaniðurstøðuna. Tí sum stjóri í Eik og TF Holding visti Súni sjálvandi bæði tingini - at Eik hevði fingið játtað frádráttin og at TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti handlaðu um tey seinastu 30 prosentini av bankanum. 

 

 

Les lesarabrævið frá Jørn Astrup Hansen við at trýst á her 

 

 

Súni Schwartz Jacobsen segði við Vikuskiftis Sosialin, at hann metir seg hava borið kunningina víðari til nevndina á fundi 24. august 2015, eins og hann metir vera sína ábyrgd. Tó er hesin fundur 9 vikur eftir, at Eik fekk boðini frá Taks um, at ætlanin var at játtað skattafrádráttin. Torben Nielsen, nevndarformaður sigur, at kann Súni Schwartz Jacobsen ikki koma við einari haldgóðari frágreiðing, so má nevndarformaðurin umhugsa at leggja frá sær eftir hesa gølu. 

 

 

Óansæð hvussu víkur og vendur í málinum, so er staðfest, at Fíggjarligt Støðufesti so einki visti um skattaniðurstøðuna, sum gjørdi bankan 90 milliónir meira verdan. Ein veruleiki, sum hevði kunnað ávirkað prísásetingina av partabrøvunum, sum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding handlaðu í 2015. 

 

Og meðan Súni Schwartz Jacobsen sendir ábyrgdina víðari til Jørn Astrup Hansen, so er púra vanlig mannagongd, at tað er leiðslan og nevndarformaðurin, sum halda samband við parteigararnar, meðan tað er at kalla óhoyrt, at einstakir nevndarlimir bera kunningarábyrgdina mótvegis parteigarum. Og um so var, at Eik nevndin var í serstøðu í hesum føri, so má kortini staðfestast, at Fíggjarligt Støðufesti hevði ikki somu 90 milliónir krónur vitan, sum TF Holding, tá ið hesir samráddist um prís á seinastu partabrøvunum. Og hvør eigur tá endaligu ábyrgdina av álvarsomu støðuni?