At byggja land

Vit vóru við til at byggja henda stað og vilja áhaldandi gera tað.

 

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit á borgaralista B eru sera glað fyri, og errin av, tí framgongd og tí menning, ið okkara kommunu hevur verið fyri síðani aldarskiftið og til dagin í dag.

 

Grundsjónarmiðið hjá okkum er, at vit sum fólkavald kommunal umboð, eiga at virka fyri almennari vælferð og trivnaði hjá øllum okkara borgarum.

 

Fyri sum best at náa hesum máli, eru vit forsprákarar fyri, at veita vinnuni so góðar karmar og umstøður sum gjørligt, so hon megnar at halda uppi eitt høgt livi- og vælferðarstøði fyri allar borgarar í kommununi. Tí uttan vælstand fæst ongin vælferð.

 

Fíggjarliga hevur verið húsast væl. Sjálvt um fleiri stórar íløgur eru gjørdar í hesum tíðarskeiðnum, so hevur tað eydnast okkum, sum ein av teimum fáu størru kommununum, at hildið okkum undir eina álíkning í nettoskuld øll árini síðan 2001.

 

Við árslok 2016 væntast nettoskuldin at vera áleið hálva álíkning. Hugaligt er eisini at staðfesta, at vit okkurt árið hava haft hægstu miðalinntøku fyri hvønn borgara, og soleiðis var eisini í 2015.

 

Alt annað líka, so eru lunnar lagdir undir einum burðardyggleika hjá kommununi, til at møta framtíðar avbjóðingum.

 

Undirritaði vil tí nýta hetta høvið til at takka tykkum, sum hava sitið í kommunustýrinum í mong ár, men sum nú ikki stillaðu uppaftur. Sanniliga hava tit verið við til at fjálga um hjá okkara borgarum, eins og tit hava verið við til at byggja upp heimstaðar kommunu okkara.

Undirritaði vil eisini heilsa teimum, sera væl skikkaðu, nýkomnu fólkunum á lista B at vera vælkomin á listan.

 

Undirritaði skal heilsa og siga, at eg meti hvønn einstakan á lista B at vera væl skikkaðan at taka við tí ábyrgd at sita í kommunustýrinum.

 

Vel eina trygga framtíð við lista B.

 

Sigurð S. Simonsen

Býráðslimur

Valevni á lista B í Fuglafjarðar kommunu