fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 10.08.2018 (07:07)

- At uppliva barndómsins størstu hetjur

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Niels Uni Dam, sum greiðir frá. 

 

"Eg havi verið á Summarfestivalinum í nógvum ymiskum leiklutum; sum ummælari, sum tónleikari, sum journalistur, til arbeiðis sum samskiftisfólk, sum bráfeingis bjargingarfólk og sum gestur.

 

Tað er trupult at meta um, hvør besta upplivingin hevur verið: um tað var at standa á palli, og fáa teltið at brøla sperm í kór í 2014, ella at sita við neystið og eta sushi og drekka hvítvín saman við vinunum Rana og Hjalmari í 2013.  

 

Men valið má fella á Twisted Sister konsertina á Vágsbøi í 2014. At uppliva barndómsins størstu hetjur live, var fantastiskt. Tað er her, at SF er sterkast, innan nostalgiina og stóru rokk konsertirnar."

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her