fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

- Lógin um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til meira ítøkiliga røkt og umsiting av havsins tilfeingi, sigur Eilif Gaard.

Vilmund Jacobsen 11.10.2017 (17:26)

Atgongd og gjald er ikki okkara borð

Í nýggjastu útgávuni av Sjóvarmáli, skrivar stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at í løtuni standa broytingar fyri framman, bæði hvat viðvíkir fiskivinnuni og Havstovuni.

 

- Nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til meira ítøkiliga røkt og umsiting av havsins tilfeingi, enn lógin um vinnuligan fiskiskap gjørdi. Stovnsmetingar og tilmæli skulu gerast av fleiri fiskastovnum enn higartil, og ætlanir skulu gerast fyri, hvussu hvør einstakur stovnur skal umsitast.

 

Stjórin vísir á, at hetta sjálvsagt setir fleiri krøv til virksemið hjá Havstovuni, men hesi avbjóðing tekur stovnurin fegin ímóti í tann mun, sum stovnurin fær møguleikan til tess.

 

- Landsstýrismaðurin skal eisini skipa eitt ráð fyri Havstovuna, har vinnan á sjónum og myndugleikin eru umboðað. Ráðið skal verða eitt stað, har uppskot og spurningar í samband við ráðgeving, havrannsóknir og royndarfiskiskap verða viðgjørd.

 

Eilif Gaard sigur, at fremsta endamál við hesum er at styrkja samskifti millum Havstovuna og alla vinnuna.

 

- Hetta er eitt spennandi átak, ið vit fegin taka ímóti, tí samskifti og samstarv kann einans vera til gagns fyri okkum øll.

 

Stjórin á Havstovuni sigur, at stovnurin fer ikki at leggja seg út í tann partin av kjakinum um fiskivinnunýskipanina, ið snýr seg um atgongd og gjald.

 

- Men, tá tað kemur til lívfrøðiliga partin, herundir samstarv, gransking, stovnsrøkt og ráðgeving, er Havstovan við, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sum annars heldur, at ætlaninar hjá myndugleikunum eru spennandi og kærkomnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her