Stóri bretski miðilin, The Athletic ber fram spennandi tíðindi í dag.
Sambært kenda enska ítróttartíðindamanninum hjá The Athletic, David Ornstein fara feløgini í Premier League at hava eina atkvøðugreiðslu um haldast skal fram við VAR í samband við dømingina í Premier League.
Nógvir leikarar, venjarar og fjepparar hava funnist harðliga at VAR, ið sambært teimum hevur verið meira ein vansi enn ein fyrimunur fyri Premier League.
Sambært David Ornstein fer atkvøðugreiðslan um VAR fram tann 6. juni.
Men tað verður torført at avtaka VAR í Premier League, tí ein slík avgerð krevur, at minst tveir triðingar av feløgunum atkvøða fyri at avtaka VAR.
Tað merkir, at 14 av teimum 20 feløgunum í Premier League mugu atkvøða fyri at avtaka VAR, um tað skal bera á mál at sleppa av við VAR.
VAR hevur verið ein partur av Premier League síðani kappingarárið 2019-2020.
Nógvir føroyskir fjepparar hjá liðum í Premier League hava eisini verið atfinningarsamir um VAR. Tað hevur ofta gingið aftur á føroyskum Facebook-bólkum, ið viðgera Premier League.