Leita á in.fo

Hallur av Rana 12.02.2018 (17:07)

Atlansflog leigar nýggjan Airbus

Føroyska flogfelagið Atlantic Airways boðar í dag frá, at tað hevur undirskrivað ein leigusáttmála við amerikanska felagið Air Lease, um at langtíðarleiga eitt nýbygt Airbus A320neo flogfar. Føroyska flogfelagið yvirtekur nýggja flogfarið fyrsta ársfjórðing 2019.


Í tíðindaskrivinum upplýsir føroyska felagið, at nýggja flogfarið skal røkja regluliga flúgvingina á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Keypmannahavn.


Airbus A320neo flogfarið, ið tekur 174 ferðafólk, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini. Nýggja flogfarið verður, eins og verandi flogfør, útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.


Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður latið aftur í 2019, tá Airbus A320neo kemur í flotan.


Fyri góðum ári síðani keypti Atlantic Airways A320 flogfarið, sum var bygt til føroyska flogfelagið, umframt tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW139. Tá flotin er dagførdur við nýggja Airbus A320neo, verður miðalaldurin á flogførunum einans trý ár og miðalaldurin á tyrlunum tvey ár, upplýsir Atlantic Airways. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her