Atlantic Airways kemur nú við egnari bonusskipan

Atlantic Airways boðar í morgun frá, at felagið hevur stovnað eina nýggja, talgilda bonusskipan. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at SAS segði Eurbonusavtaluna upp við Atlantic Airways. 

 

– Nú kanst tú, við at gerast limur í Súlubonus, savna tær stig saman, tá tú flýgur við Atlantic Airways, og stigini kanst tú brúka til at keypa ferðaseðlar fyri. Skipanin kemur í gildi á føðingardegnum 28. mars, og allar ferðir eftir hesa dagfesting geva súlustig, skrivar flogfelagið.

 

– Hetta er ein sterk og dygdargóð skipan til fyrimuns fyri okkara trúgvu viðskiftafólk. Vit fegnast um, at tað er eydnast at menna okkara egnu, talgildu bonusskipan upp á lutfalsliga stutta tíð, sum eisini er lagað til okkara tørv. Vit vilja eisini hjálpa okkara viðskiftafólkum væl á veg til sína fyrstu súlubonusferð, tí lata vit 150 súlubonusstig til øll, ið stovna sær ein súlubonusvanga áðrenn 1. mai 2017, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Skipanin er sett soleiðis saman, at fyri hvørja ferð tú flýgur við Atlantic Airways, forvinnur tú eitt ávíst tal av stigum – alt eftir, hvørjari farleið og slagi av ferðaseðli tú ferðast við.

 

Tá tú hevur nóg mikið av stigum til eina súluferð, kanst tú brúka tey á øllum leiðum hjá Atlantic Airways; bæði til Danmarkar, á NORÐ-leiðunum og vælumtóktu SÓL-leiðunum.

 

– Við nýggja Súlubonus fáa tey, ið ferðast nógv enn fleiri fyrimunir við gullstigi, sum gevur atgongd til fast track og lounge á flogvøllinum í Kastrup, skrivar Atlantic Airways. 

 

Skipanin er enn í menning, og ætlanin er, at uppaftur fleiri fyrimunir so líðandi skulu knýtast at skipanina, sum meira kann lesast um á atlantic.fo.