Leita á in.fo

Barbara Holm 06.12.2017 (18:22)

Atlantic ger broytingar í ferðaætlanini í morgin

Fyri veður eru broytingar gjørdar í flogferðsluni í morgin, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi í kvøld. Hesar broytingar eru gjørdar higartil: 

 

Úr Vágum: 

 

Fráferðin hjá RC470 úr Vágum til Billund í morgin kl. 08.00 er løgd saman við RC450 til Keypmannahavnar kl. 08.30. Tað vil siga, at flogið verður via Billund til Keypmannahavnar. 

 

 

Til Vágar: Fráferðin hjá RC453 úr Keypmannahavn kl. 12.15 er løgd saman við RC471 úr Billund. Flogfarið flýgur tískil via Billund á veg til Føroyar. Fráferðin úr Billund er kl. 14.30.Allar tíðir eru lokalar. 

 

 

Atlantic Airways heitir á ferðafólk um at fylgja við ferðsluni og møguligum broytingum á heimasíðu okkara atlantic.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her