Atlantsflog lovar kappingarførar prísir til New York og París

- Vit hava gjørt roknistykkið upp, sigur Jóhanna á Bergi


Atlantsflog hevur sum kunnugt søkt um loyvi at flúgva til New York næsta ár. Talan verður um 4 til 6 túrar á heysti 2019, og eftir hetta verður ferðamálið eftirmett fyri at vita, hvussu og um mann skal halda fram í 2020 - um Altlantsflog fær loyvi, væl at merkja. 

 

- Vit vilja flúgva til New York fyri at prøva nakað nýtt av. Vit halda, tað er ein marknaður fyri tí, sum kann fara at vaksa. Vit hava longu góðar royndir við at flúgva til Gran Canaria, sum tekur góðar fimm tímar, og at flúgva til New York fer bara at taka eitt sindur longri, umleið seks tímar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. 

 

 

Hon kann ikki siga nógv um prísirnar enn, men lovar, at teir vera kappingarførir við aðrar loysnir, sum eitt nú at ferðast umvegis Keflavík í Íslandi við millumlending har. 

 

- Vit hava gjørt roknistykkið upp, hvussu nógv vit vænta, tað kemur at kosta at flúgva til New York. Tað er meiningin, at prísirnir skulu vera kappingarførir, men vit kunnu einki siga, fyrr enn tað er endaliga váttað, at vit sleppa at flúgva til New York, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Atlantsflog fær ein nýggjan Airbus 320neo í vár, og tað verður við hesum flogfarinum, at Atlantsflog ætlar at flúgva til amerikanska stórbýin.

 

Atlantsflog-stjórin sigur eisini, at prísirnir til nýggja ferðamálið, París, verða kunngjørdir 28. desember, og hesir prísirnir vera eisini kappingarførir við aðrar prísir. Ætlanin við París-ferðamálinum er at geva føroyingum møguleikan at sleppa til París eins og at millumlenda har fyri at sleppa víðari út í heim, samstundis sum hetta er góður møguleiki hjá útlendskum ferðafólki at koma til Føroya.