fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Samrøða við Atla Gregersen

Tróndur Arge 13.10.2018 (21:03)

Atli: Eg finni ongar svartar gaggur

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, hevur alt sítt lív spælt í svørtum gaggum, men nú er vent í holini. Miðverjin er farin at spæla í hvítum gaggum.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Danska orðatakið sigur, at tú hevur eitt standpunkt til tú hevur eitt nýtt. Eg finni ongar svartar gaggur, sum eg følimeg væl í, so tað bleiv til einar hvítar, sigur Atli Gregersen.

 

Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar

 

Hann iðrar seg framvegis um 3-0 ósigurin fyri Aserbadjan, men vónar at úrslitið móti Kosovo verður betri. Tað skylda vit áskoðarunum, leggur Atli Gregersen afturat.

 

Nations League landsdysturin móti Kosovo verður í morgin klokkan 17 á Tórsvølli. FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.

 

Vit gita: Føroyar (5-4-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Jóan Símun Edmundsson.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her